Taekwondosamband Føroya, sum varð stovnað í 2017, hevur nú fingið nýtt búmerki. Sambandið skrivar, at tað er Else Sjúrðraberg, sum hevur sniðgivið búmerkið.
Hóast sambandið bert er tvey ára gamalt, hava tey fingið nógv av skafti. Fyri fyrstu ferð í søguni var FM í Taekwondo á skránni í oktober 2019. Og í desembur mánaði 2019 fekk sambandið altjóða viðurkenning, tá tað var upptikið í World Taekwondo Federation.
Um vikuskiftið fara átta íðkarar avstað til NM, sum verður í Olso. Tey kunnu tá stolt berjast undir Merkinum, skrivar Taekwondosamband Føroya at enda í tíðindaskrivinum.