Mikudagin var stórfundur úti í Tinganesi um framtíðina hjá føroyska fiskiflotanum.
Á fundinum var tað heilt skjótt, at partarnir býttu seg í tveir partar: Øðrumegin stóðu John Petersen, landsstýrismaður, saman við fiskivinnuumsitingini í Tinganesi.
Hinumegin sótu allir teir 30 reiðararnir og avvarðandi at fiskiskipum, sum vóru komin út í Tinganes at lurta eftir, hvørjar ætlanir, landsstýrismaðurin hevur við føroyska fiskiskipaflotanum í framíðini.
Og tá ið gjørt varð upp eftir fundin, stóð ein nakin veruleiki eftir, og tað var, at sjónarmiðini hjá hesum báðum pørtunum gingu beint ímóti hvørjum øðrum.
Íløgustuðulin burtur
Á fundinum mikudagin staðfesti fiskimálaráðharrin einaferð enn, at ætlanin er at taka íløgustuðulin av nú, hóast vinnan aftur vísti á, hvørjar avleiðingar tað fer at hava við sær við tað at ein stórur partur av flotanum fer á húsagang.
Vit fingu at vita, at ætlanin er framvegis at taka íløgustuðulin av, sum hann er nú, sigur Chris Jan Michelsen, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna, sum var ein teimum mongu á fundinum í Tinganesi mikudagin.
Men vit fingu samstundis eisini at vita, at íløgustuðulin skal halda fram, bara uppá ein annan máta.
Chris Jan Michelsen sigur, at landsstýrið ætlar, at hereftir skal íløgustuðulin bara latast til at byggja nýggj skip.
Hann skal latast til nýbygningar og til at umbyggja tey nýggjaru skip við fyri at javnskipa veiðiorkuna, sum tað eitur.
Í tí liggur at stuðulin skal latast at gera skipið meiri effektivt.
Hann sigur at tað varð nevnt, at skip, sum vóru eldri enn fimm ár, kundu ikki fáa íløgustuðul til umbygging.
Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna sigur, at tað, sum landsstýrið stakk út í kortið, var, at skipaflotin skuldi endurnýggjast, og at fiskurin fyri ein part skuldi virkast umborð.
Chris Jan Michelsen sigur, at eftir tí, sum kom fram, klárar raksturin av skipunum ikki at fíggja meiri enn eini 40% av nývirðinum.
Og tað varð lagt afturat, at tað hevði bøtt munandi um rakstrarúrslitið um fiskurin varð virkaður umborð.
Ongin tók undir við tí
Chris Jan Michelsen sigur, at øll vinnan sum hon var, setti seg ímóti ætlanunum hjá Landsstýrinum
Vinnan var einmælt samd um, at hetta er ikki rætta løtan at kollvelta fiskivinnuna á sjónum.
Og hetta er heldur ikki rætta løtan at gera íløgur.
Hóast fiskiskapurin hevur verið góður eina tíð nú, var hann so avbera vánaligur í nógv ár frammanundan.
Tí var fiskiflotin í teirri støðu, at hann var akkurát við at koma á føtur aftur og at enn var tað ov tíðliga at fara at tosa um at gera íløgur.
Tað varð týðiliga víst á, at sum støðan er, hevur ongin ráð at gera íløgur í nýggj skip.
Tað hevur ongin pengar til nú.
Lítil munur á nýggjum og gomlum skipum
Vinnan vísti eisini á, at tað var skeivt at gera íløgur í fiskiskip nú, tí tað er alt ov lítil munur á effektivitetinum á einum nýggjum trolara og einum gomlum til at tað loysir seg at gera so stórar íløgur, sum talan er um.
Tvs, at ein nýggjur trolari fiskar ikki so nógv meiri, og er ikki so nógv bíligari í rakstri, afturímóti einum gomlum trolara, at tað loysir seg at gera so stórar íløgur, sum talan er um. Tað er alt ov lítil munur á rakstrinum til, at tað loysir seg tí trolararnir eru so dýrir.
Tað er enntá so, at summir av teimum gomlu trolarunum klára seg betri, enn teir, sum nýggjari eru.
Hinvegin vildi vinnan heldur hava, at íløgustuðulin helt fram nøkur heilt fá ár afturat, so at skipini komu rættiliga á føtur aftur, tí ikki fyrrenn tá kundi talan verða um, at ráðini vóru til nýggjar íløgur.
Tey bestu skipini fara fyrst av landinum
Chris Jan Michelsen sigur, at landsstýrið vísti ikki serliga stórt forstáilsi fyri tí, vinnan førdi fram.
Heldur ikki, hóast vinnan førdi fram, at heldur landsstýrið fast við sítt, verður endin, at nógv skip fara á húsagang.
Men tað verða tey nýggju og góðu skipini, sum fara av landinum fyrst, tí tey fæst prísur fyri, men tað er ongin vil hava tey gomlu skipini.
Ført varð fram, at avleiðingin av hesum verður, at tey bestu skipini fara, men at vit afturfyri verða noydd at keypa gamlar dangur úr Kanada, og aðrastaðni.
Tað vil siga, at føroyski fiskiskipaflotin einaferð aftur verður ein floti av gomlum ?hentleikatrolarum³.
Flotin skal skerjast og effektiviserast
Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna sigur, at niðurlagið hjá John Petersen var, at fiskflotin skal skerjast og effektiviserast.
Landsstýrismaðurin tosaði nógv um at miðja eftir at leggja fiskiloyvi saman.
Men hinvegin førdi vinnan fram, at eitt skip fiskar ikki tvær ferðir so nógv sum eitt og at tvey skip hava nógv betri møguleika enn eitt at tryggja eina javna rávørutilgongd.
Reinur ruðuleiki
Vinnan var sera illa nøgd við sjónarmiðið hjá Landsstýrinum.
Hon stúrdi eisini fyri einari ella aðrari ?panikkreaktión³, kanska frá bankanum nú rakstrargrundarlagið verður tikið undan fleiri skipum.
Og hvørjar avleiðingarnar vera av eini slíkari panikkreaktión er ikki til at siga, og tað kann verða so skjótt at missa tamarhaldið fulkomiliga á støðuni.
Men tað er í øllum førum greitt, at fær landsstýrið politiskt viðhald fyri sínum sjónarmiðjum, verður tað tann reini ruðulleiki í fiskivinnuni í eini skiftistíð, sum fer at vara nøkur ár, til alt er komið í rættlag aftur.
Hetta vísti vinnan á, og tað ásannaði landsstýrið eisini, at so verður.
Tað er eisini púra greitt, at landafrøðiliga fer fiskivinnan í Føroyum at broytast munandi.
Tvs, at í økjum, har fiskivinna nú er, fer hon kanska at hvørva, men at hon fer at taka seg upp, ella at styrkna aðrastaðni.
Chris Jan Michelsen sigur, at tað er eisini púra greitt, at fiskivinnan fer at savnast á nøkrum fáum, kapitalsterkum hondum.
Tað er hent í Íslandi og tað fer eisini at henda her.
Hann sigur, at fiskimálaráðharrin bleiv við at ugga vinnuna við, at hendan umleggingin, sum ætlanin nú er at fara undir, gekk Í Íslandi og hon gekk í Noregi og at hon fór nokk eisini at ganga í Føroyum.
Men hetta er ikki so einfalt, sigur Chris Jan Michelsen.
Tí í nogvum londum m.a. í Noregi og í øllum ES, eru serligar lógir gjørdar, sum tryggja lívsgrundarlagið í útjaðarunum.
Men í Føroyum roynir landsstýrið at skera fiskivinnuna eftir sama leisti sum lond, sum hava fleiri ferðir so stórar grunnar, sum vit. Men tað verður gjørt uttan at slíkar fylgilógir verða settar í gildi, sum tryggja lívsgrundarlagið í útoyggj.
Íslendingar gjørdu lítið burturúr at tryggja útjaðaran.
Men har eru eisini stórir trupulleikar. M.a. hava trý verkføll verið nú í stutta tíð.