Tað verður øgiliga spennandi í kvøld

Tann, sum verður Føroya Sterkasti maður í kvøld, verður tann, sum rakar dagin

Klokkan 18 í kvøld bresta fýra sterkir mans saman í KÍ høllini í eini kapping um, hvør er sterkasti maður í Føroyum.

 

Bogi Hammer, sum er fyriskipari –og Føroya sterkasti maður í løtuni- væntar eina avbera spennandi kappung, har tann sum vinnur, verður tann sum rakar dagin, sum tað eitur á ítróttarmáli.

 

Tvær kappingar fyri fólki við styrki og vøddum hava verið í Havn í seinastuni og tí hildu tey, at tað kundi verið stuttligt at havt kappingina í Klaksvík.

 

- Havnarfólk hava fingið nokk av sterkum monnum og konum, so vit ”flyggjaðu” til Klaksvíkar at finna Føroya Sterkasta mann, sigur Bogi Hammer.

- Og her eru vit móttiknir við opnum ørmum, leggur hann afturat.

 

Tað eru fýra luttakarar, sum eru við í kappingini, eru Bogi Hammer, sum er Føroya sterkasti maður, Bjarni Nielsen, Helgi Lamhauge og Jákup Suni Berg, sum hevur verið Føroya sterkasti maður, men sum hevur havt skaða og nú er klárur at kappast aftur.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Boga Hammer greiða frá kappingini kvøld, men hav í huga, at samrøðan er gjørd í gjár.