Tað verður framvegis lokalt í Vági

FC Suðuroy formaðurin hevur góðar vónir um, at bæði venjararnir og spælararnir, sum í dag vunnu uppflytingina, fara at halda fram í felagnum

Tað hevur verið móttøka í VB húsinum í kvøld. Spælarar og viðhaldsfólk hava fegnast um, at kvinnuliðið hevur vunnið næstbestu deildina og um, at mansliðið við 3-1 sigri á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ tryggjaði sær silvurkrónurnar og harvið pláss í bestu deildini í 2015.

Julius Vest Joensen er formaður í FC Suðuroy. Hann og hini í felagnum hava størsta partin av árinum vónað, at tað fór at eydnast:

-Tá ið vit spældu javnt í Klaksvík, og 07Vestur spældi javnt í Trongisvági kendist møguleikin lítil. Men so vunnu vit stórt síðsta vikuskifti í Gundadali ímóti B36 samstundis sum 07Vestur tapti á heimavølli ímóti KÍ, og so var tað aftur í okkara hondum at avgera. Spælararnir vóru kanska tyngdir av nervum fyrra hálvleik, men eftir steðgin var eingin ivi, og sigurin var uppiborin, sigur FC Suðuroy formaðurin.

Tá ið hann fær spurningin, hvussu tað verður næsta ár, svarar hann soleiðis:

-Vit vóna, at venjararnir halda fram Tað er eisini ynski hjá spælarunum. Og vit vóna eisini, at spælararnir fara at halda fram í felagnum. Nú fegnast vit um uppflytingina í vikuskiftinum. Vit hava tosað við venjararnar, og tað liggur í kortunum, at vit halda fram við samstarvinum, sigur Julius Vest Joensen.

Síðani summarsteðgin hava Jón Pauli Olsen, Bogi Mortensen og Palli Augustinussen havt ábyrgdina av FC Suðuroy liðnum, sum í dag flutti upp í bestu deildina.

 

27. umfar

KÍ-HB 4-2 (2-1)

Víkingur-B36 2-0 (1-0)

EB/Streymur-07Vestur 1-6 (0-3)

AB-TB 0-0

FC Suðuroy-NSÍ 3-1 (1-1)

 

Endaliga støðan

TB 67

FC Suðuroy 48

07Vestur 47

B36 36

AB 35

NSÍ 34

Víkingur 34

KÍ 29

HB 29

EB/Streymur 17