Tað verður eingin fótbóltur í november

Uppleggið hjá FSF er, at fótbólturin skal fara í vetrarfrí síðst í oktober

Um minni enn tríggjar mánaðir fer fótbólturin aftur á rull. Uppleggið hjá FSF er, at stórsteypadysturin millum meistararnar í KÍ og steypavinnararnar í B36 verður leygardagin 26. februar, at fyrsta umfar í landskappingini verður leygardagin 5. og sunnudagin 6. mars, og at síðsta umfarið undan summarsteðginum – tað fimtanda – verður sunnudagin 15. juli.

 

Summarsteðgurin verður stuttur, tí ólavsøkuumfarið er sett at vera sunnudagin 31. juli. Tá kann roknast við, at dystirnir hjá høvuðsstaðarfeløgunum verða fluttir fram at vera á sjálvari ólavsøkuni, um tey ikki tá vera upptikin av dystum í Europa.

 

Í uppskotinum hjá FSF verður lagt upp til, at síðsta umfar í landskappingini verður leygardagin 22. oktober, og at finalan í kappingini um løgmanssteypið verður leygardagin 29. oktober, og so verður fótbóltsárið liðugt.

 

Landsliðið plagar at vera upptikið í november, men soleiðis verður tað ikki næsta ár. Tá verður Nations League og eingin EM undankapping. HM í fótbólti verður í november og desember, og Nations League dystirnir eru lagdir í trimum umførum – síðst í mars, fyrra partin av juni og seinna partin av  september.

 

Tað verður lagt upp til, at fyrsta umfar í kappingini um løgmanssteypið verður skírisdag, sum verður 14. apríl, og at umfar í landskappingini – tað sætta – verður annan páskadag. Undanumfar í steypakappingini verður sunnudagin triðja apríl, tá ið fjórða umfar í landskappingini í bestu deildini eisini verður.

 

Royndirnar vísa, at tað altíð er neyðugt at flyta dystir, um tað so er veðrið, ið darvar, ella tí feløg eru upptikin í Europa. Í uppskotinum til skrá eru fimm mikudagar lagdir sum eyka dagar – 18. mai, 31. mai, 3. august, 24. august og 18. oktober.