Tað verður bygdafinala á Tórsvølli

Fyri seks árum síðani vann KÍ finaluna eftir brotssparkskapping ímóti Víkingi, sum í kvøld hevur vunnið ímóti HB og harvið fer at bjóða meistarunum av í finaluni

29. oktober verður finalan um løgmanssteypið á Tórsvølli. Fyrr í kvøld vann KÍ seinnu hálvfinaluna 4-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur.

 

Nú hevur Víkingur tryggjað sær rættin at spæla steypafinalu ímóti KÍ. Talan verður um endurtøku av minnisríku finaluni í 2016, tá ið KÍ vann eftir longda leiktíð og brotssparkskapping.

 

Fyrra hálvfinalan millum Víking og HB í Sarpugerði endaði 2-2. Í kvøld vann Víkingur 1-0. Málið, sum vísti seg at vera avgerandi og harvið tryggjaði Víkingi pláss í bygdafinalu, skoraði Andreas Lava Olsen átta minuttir undan steðginum. Sølvi Vatnhamar átti innleggið úr høgru, og við handara stólpa stýrdi Andreas Lava Olsen við høvdinum bóltin í málið.

 

Serliga í fyrra hálvleiki var avrikið hjá Víkingi nógv meiri beinleiðis og sannførandi, enn tað var hjá HB. Víkingarnir við røsku og skilagóðu Noah Mnenéy og Géza Dávid Túri á sentrala miðvøllinum vóru støðugt miðvísir í álopunum. Spælararnir vendu rætt, tá ið bólturin varð serveraður fyri føturnar á teimum, og álopini vóru vandamikil og fleiri góðir málmøguleikar. Bæði Sølvi Vatnhamar og Andreas Lava Olsen vóru í góðari støðu, áðrenn sigursmálið varð skorað, og undan steðginum var eisini Olaf Bárðarson í góðari støðu.

 

Fyrsta tíman gekk tað ikki skjótt fyri seg, tá ið HB royndi at mynda álop. Tað vóru nógvar sendingar á egnari hálvu og upp á tvørs og aftureftir, og ikki so sjáldan vóru sendingarnar ikki nóg neyvar.

 

HB spælararnir góvu ofta til kennar, at teir vóru misnøgdir við, at víkingarnir løgdu nógv fyri í nærdystunum og vóru kropsliga stinnari.

 

Sum seinni hálvleikur leið, spenti HB álopsbogan. Framrættaði Áki D. Samuelsen avloysti miðvallaran Heðin Hansen, Jákup L. Thomsen avloysti Øssur M. Dalbúð, og Adrian Justinussen hevði góða roynd. Atli Gregersen og Gunnar Vatnhamar høvdu í miðverjuni saman við Bárði á Reynatrøð í málinum tak á tí, og sum tíðin rann undan, gekk tað alt meiri fyri seg eftir treytunum hjá Víkingi, og tað kom meiri enn so fyri, at víkingarnir vóru framvið í mótálopum. Eitt nú var Finnur Justinussen, sum hevði avloyst Andreas Lava Olsen, tvær ferðir tætt við at økja um leiðsluna.

 

Víkingur er í landskappingini frammanfyri HB, og sigurin í kvøld ber við sær, at tað verður Víkingur og ikki HB, sum fer at spæla steypafinalu ímóti KÍ.

 

Víkingur hevur tapt tríggjar tær seinastu ferðirnar, tá ið teir í Eysturkommunu hava verið í steypafinaluni. Umframt ímóti KÍ eftir brotssparkskapping í 2016 tapti Víkingur ímóti HB bæði í 2019 og 2020 – ávikavíst 3-1 og 2-0. Síðsta ferðin, at Víkingur vann steypafinaluna, var í 2015, tá ið Víkingur vann 3-0 ímóti NSÍ.

 

Í landskappingini hevur Víkingur fyrr í ár tríggjar ferðir givið KÍ ein skarpan gang. Í kvøld vístu víkingarnir, at teir í løtuni eru best skikkaða liðið at spæla steypafinalu ímóti KÍ.

 

-

 

HB – Víkingur 0-1 (0-1)

 

0-1: Andreas Lava Olsen

 

Víkingur samantaldur vinnari av hálvfinaluni við 3-2

 

Dómari: Dagfinn Olsen

 

HB: Bjarti Vitalis Mørk – Ári Mohr Jónsson, Bartal Wardum, Hørður H. Askham, Daniel Johansen –Heðin Hansen, Dan í Soylu, Stefan Radosavljevic – Pætur J. Petersen, Øssur Dalbúð, Adrian Justinussen

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Arnbjørn Svensson, Noah Mnenéy, Géza Dávid Túri, Olaf Bárðarson – Sølvi Vatnhamar, Andreas Lava Olsen