Ætlanin er, at kavbáturin, sum amerikanski herflotin eigur, skuldi útvega upplýsingar um botnin á leiðini, har myndugleikarnir halda, at tað horvna flogfarið kann vera.
Bluefin-21, sum kavbáturin eitur, kann kava niður á 4.500 metra dýpi, og tá hann hevði verið niðri í seks tímar, kundi hann ikki fara longri niður og vendi tí uppaftur.
Tað tekur kavbátinum fýra tímar at koma so langt niður í dýpið, og har kann hann gera kanningar í 16 tímar, áðrenn hann kemur uppaftur. Ferðin upp til vatnskorpuna tekur fýra tímar.
Amerikanski herflotayvirmaðurin Mark Matthews sigur við sjónvaropið CNN, at tað var tann sjálvvirkandi skipanin í kavbátinum, sum fekk hann at koma uppaftur. Hann sigur, at á hesari ferðini vóru tólini í kavbáinum sett soleiðis, at báturin skuldi halda sær 30 metrar frá botni, meðan hann kannaði umstøðurnar.
Leitingarleiðslan helt, at dýpið var millum 4.200 og 4.400 metrar, men tað vísti seg at vera meiri enn 4.500 metrar. Nú er ætlanin at flyta eitt sindur og at senda kavbátin niðuraftur, skrivar AFP.