Tað skal vera ókeypis hjá føroyingum at fara ein túr í hagan. Tað halda tey í Javnaðarflokkinum, og á ólavsøku fara tey at leggja uppskot fyri Løgtingið um tað. Eftir uppskotinum skulu føroyingar, undir rímiligum treytum og avmarkingum, hava rætt at njóta sína egnu náttúru – uttan at gjalda fyri tað.
- Grundarlagið hjá okkum føroyingum má sjálvandi vera, at allir føroyingar hava rætt at fara í hagan, og at hesin rættur ikki skal vera treytaður av vælvild frá, ella gjaldi til tey, sum hava fingið rættin at nýta náttúruna til vinnuligt virksemi, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í eini fráboðan í morgun.
Tíbetur gongur tað væl, sum heild, tí tað er sjáldan, at bøndur sýta fyri, at føroyingar vitja sítt egna land. Men tíverri er okkurt dømi um, at føroyingar ikki sleppa at vitja náttúruvakurt stað uttan at gjalda einum privatum fyri tað.
– Jú longur hetta sleppur at halda fram, jú verri verður at broyta tað, tí siðvenja skapar eisini lóg. Endin kann verða, at náttúran til endans ikki verður tann dýrabara felagsogn, flestu okkara halda hana vera í dag, men ein søluvøra, sum nøkur fá ráða yvir, sigur Javnaðarflokkurin.
Sjálvandi skulu avmarkingar setast og sjálvandi skal seyðahald og alt, sum knýtir seg til tað, virðast. Sjálvandi skulu greiðar treytir um atburð setast øllum, sum fara út um bøgarðarnar. Sjálvandi skal bæði náttúran sjálv, djór, hegn og alt, sum knýtir seg at vinnuligum virksemi, virðast, leggur javnaðarformaðurin afturat.
Men hinvegin ásannar Aksel V. Johannesen eisini, at ferðavinnan leggur stórt trýst á okkara náttúru og umhvørvi. Tí heldur hann, at tað ikki órímiligt, at gjald verður tikið frá útlendskum ferðafólkum og at avmarkingar verða settar, sum skulu verja okkara náttúru.
Men fyrsta stig er at tryggja við lóg, at føroyingar - undir treytum og við avmarkingum - hava ein ómissandi rætt til at vitja haga, vøtn og fjøll í Føroyum, sigur Javnaðarflokkurin.