Tað skal ganga skjótari at stytta arbeiðsvikuna

Um seks ár eigur arbeiðsvikan at verða stytt niður í 35 tímar, sigur fakfelagsformaður

Tað skal ganga nógv skjótari at stytta arbeiðsvikuna, enn samgongan ætlar. Tað heldur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum.

 

Samgongan hevur sett sær fyri at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar, og tað skal gerast við lóg. Tað skal gerast við at stytta arbeiðsvikuna ein tíma annaðhvørt ár, til hon er komin niður á 37 tímar. Sostatt fer tað at taka seks ár at koma niður á 37 tímar-

 

Men á fundi í Løkshøll í gjár um ætlanirnar hjá samgonguni, helt formaðurin í Starvsfelagnum, at hetta er alt ov leingi og at tey eiga at seta sær størri mál enn so.

 

Hetta er at vera øgiliga varin, heldur Súni Selfoss. Hann sigur, at endamálið eigur at vera, at arbeiðsvikan verður stytt niður í 37 tímar, helst longu í hesum valskeiðnum, tað vil siga um fýra ár.

 

Hann sigur, at um seks ár eigur arbeiðsvikan at vera farin enn longu niður, eitt nú niður í 35 tímar. Aðrastaðni tosa tey nú um at stytta arbeiðsvikuna niður í 32 og 35 tímar og tí heldur hann, at tað skal ganga skjótari at stytta arbeiðstíðina – og at hon skal styttast meiri enn niður í 37 tímar um vikuna.

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at tey hava gjørt av at stytta arbeiðsvikuna í smáum fyri at sleppa undan trupulleikum, og fyri at gera tað lættari at laga arbeiðsmarknaðin til. Hinegin vísti Súni Selfoss á, at í Íslandi varð arbeiðsvikan stytt í einum høggi, og tað elvdi ikki til nakrar trupulleikar yvirhøvur.

 

Les meiri her: Allir flokkar samtyktu styttri arbeiðsviku við lóg