Tað rapar í tunlinum - Landsverk fylgir við

Hatta er ikki gott sigur stjórin á Landsverki, men fyribils metir hann ikki, at ferðslutrygdin er í vanda

Nú er tað hálvtannað ár síðani, at nýggi Hvalbiartunnilin varð tikin í brúk. Men hóast hann er spildurnýggjur, hava tey, sum koyra ígjøgnum hann, lagt merki til, at tað er javnan og savnan, at grót rapar úr síðunum á tunlinum, niður á vegjaðaran. Fólk frá Landsverk eru av og á og ruddað, men tað er heilt vanligt at síggja smáar grótrúgvur í vegjaðaranum.

 

##med2##

 

Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, ásannar, at hetta er ikki gott, men hann metir kortini ikki, at ferðslutrygdin er í vanda. Hinvegin leggur hann afturat, at tey fylgja við støðuni, og batnar tað ikki, verður farið undir at tryggja hann betur.

 

##med3##

 

Hann sigur, at hesin trupulleikin hevur samband við arbeiðið at tryggja tunnilin. Tá ið hann sigur, at hann ikki metir at ferðslutrygdin er í vanda, er tað tí at síðurnar eru ikki líka væl tryggjaðar sum loftið í tunlinum. Tað er altíð ein spurningur, hvussu nógvan pening, vit skulu brúka upp á at tryggja síðurnar í tunlinum, sigur hann.

 

##med4##

 

Hinvegin sigur hann, at alt loftið á tunlinum, sum er oman fyri vegin, er tryggjað upp á ein heilt annan máta. Tað er bæði tryggjað við bóltum, umframt at betong er sproyta í tað fyri at forða fyri, at nakað rapar niður á vegin, tí tað kann elva til eina vanlukku.

 

Síðurnar eru ikki tryggjaðar líka væl og tí rapar tað úr teimum. Hann sigur, at eitt endamál við vegjaðaranum er nettupp at taka grót, sum skuldi rapa úr síðunum, so at tað ikki endar á sjálvum vegnum. Hann sigur, at tey hava regluligt eftirlit við tunlunum, so tey fylgja við støðuni.

 

##med5##

 

Men hann sigur, hesin trupulleikin er ikki ókendur í tunlum. Og hann ásannar eisini, at hetta er ógvuliga óheppið og tey fylgja væl við støðuni. Og heldur hetta fram, verður málið tikið upp um tey skulu tryggja síðurnar betri. 

 

Myndirnr tók John Berg.

 

Her hevur myndatakarin lagt ein sigarettpakka á ein stein fyri at geva eina hóming av, hvussu stórir steinarnir eru

Myndatakarin hevur lagt ein snúspakka við steinarnar fyri at vísa, hvussu stórir teir eru