Tað ótilpassaða menniskja
Tankagongdin í vesturheiminum tykist vera at, hvussu miseydnað lívið hevur verið,
so kann tað einstaka menniskja reisa seg og koma víðari sum eitt heilt menniskja.
Leitað verður eftir orsøkum til tað ótilpassaða menniskja
- man tað vera lívfrøðiligt?
- man tað vera umhvørvisskatt?
- man tað vera viðføtt sálarligt viðkvæmi?
Onkuntíð samla tey ráðandi seg.
Hvat kunna vit gera annarleiðis?
- meira pengar
- meira hendur
Men, ongin sær lastina, tað burturmista menniskja hevur við sær.
Kenna ikki paralell verðina - kunnu heilt einfalt ikki identifisera seg.
Fortíðin sum høggur til best, sum tað gongur best, og alt sær út til at eydnast.
Tað ótilpassaða menniskja fær ikki teir innaru demonirnar og heiður og viðurkenning at ganga í takt.
Tað vilja vit so gjarna hava, at alt endar gott.
Tað ger tað ikki altíð í veruleikanum.
Anna Elisabeth Hansdóttir