Tað hevur nógv at siga fyri Føroyar, at ein leikari fær slíka viðurkenning.
Tað sigur Kristian Johansen, formaðurin í føroyska hondbóltssambandinum, nú danir hava vilja hava føroyska hondbóltsleikaran, Jóhan á Plógv Hansen, á danska U-20 landsliðið.
Tað er danski hondbóltsvenjarin og hondbóltsfyrimyndin hjá so mongum, Ulrik Wilbek, sum tók stig til at fáa Jóhan á Plógv Hansen á danska landsliðið
Wilbek hevur skrivað honum persónligt bræv, sum hann eisini hevur sent Hondbóltssambandi Føroya, har hann millum annað sigur, at »Johan er i øjeblikket ubetinget den bedste højre fløj i Danmar på årgang 94-95«
Formaðurin í Hondbóltssambandi Føroya, Kristian Johansen, fegnast um áhugan fyri unga hondbóltstalentinum.
Hóast hann heldur tað vera harmiligt, at Jóhan á Plógv Hansen ikki kann spæla við einum føroyskum a -landsliðið, hevur Hondbóltssambandið ongar ítøkiligar ætlanir um at gera eitt a-landslið, sigur Kristian Johansen við Rannvá Gaard Fossaberg á Rás2.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvat formaðurin í Hondbóltssamandinum heldur um, at Jóhan á Plógv Hansen hevur gjørt av at taka av tilboðnum um at spæla á danska landsliðnum.