Hesa seinastu tíðina eru prísirnir á olju og bensini nógv hækkaðir. Men í gjár hendi so eisini tað, at Russland gjørdi innrás í Ukraina – og tað sendi ein rættiliga skelk ígjøgnum allan heimin. Úrslitið varð, at í gjár hækkaði Effo allar prísir 50 oyru, og Janus Thomsen, stjóri í Effo, sigur at so nógv eru prísirnir aldrin hækkaðir ísenn. Seinni hækkaði eisini Magn prísirnar, men kortini ikki so nógv - og í morgun hevur Effo so aftur lækkað prísirnar nakað.
Janus Thomsen sigur, at umframt tað, at prísirnir, sum heild, eru nógv hækkaðir seinastu tíðina, sendi russiska innrásin í Ukraina ein slíkan skelkt ígjøgnum marknaðin, at prísurin reyk upp í loft. Ráoljuprísurin hækkaði næstan 10 dollarar fyri tunnuna í einum høggi, heilt upp í næstan 106 dollarar.
Men sum dagurin leið, sissaðist marknaðurin aftur, so hann lækkaðist nakað aftur niður í undir 100 dollarar. Stjórin í Effo sigur, at vanliga hækka prísirnir ikki so skjótt í Føroyum, sum aðrastaðni, men tað slapst ikki undan, at ein slík príshækking eisini ávirkaði prísin her heima, men so lækkaði hann eisini nakað líka skjótt. Janus Thomsen sigur, at eitt, sum eisini skundar undir príshækking er, at dollarin er hækkaður í virðið, og tá ið olja verður keypt í dollarum, hækkar prísurin í krónum, so hvørt sum dollarin hækkar í virði.
Og úrslitið er, at tað hevur ongantíð verið so dýrt sum tað er nú, at halda sær húsini heit við oljufýri, og tað hevur heldur ongantíð verið so dýrt at fylla sær tangan á bilinum. Úrslitið er, at í dag kostar húsarhaldaolja ímillum heilar 9,281 krónur og 9,30 krónur fyri liturin. Ein litur av bensini kostar ímillum 11,82 krónur 11,84 krónur fyri liturin og ein litur av diesel kostar ímillum 10,02 krónur og 10,04 krónur fyri liturin.
Summir greinarar siga, at oljuprísurin fer at hækka nógv afturat, men aðrir greinarar halda, at hann fer at lækka nakað aftur. Men tað, allarflestu greinarar kortini eru samdir um er, at hesa næstu tíðina fer oljan at vera rættiliga dýr.
Janus Thomsen sigur, at Russland er eitt av heimsins størstu oljulondum, og verður tað boykottað, missa vit atgongdina til alla ta oljuna. Tað merkir, at útboðið minkar munandi, men samstundis er stórur eftirspurningur eftir olju, og tað fer eisini at trýsta prísin upp eftir. Sostatt fer gongdin í Ukraina at fáa rættiliga stóra ávirkan á oljuprísirnar, sigur hann.