FÓTBÓLTUR: Tað er lív í í FC Keypmannahavn nú áðrenn seinna hálva av donsku kappingini byrjar. Spælarar verða seldir og keyptir og nógvar søgur ganga.
Í síðstu viku gjørdi FCK nýggja avtalu við Umbro, sum framyvir skal lata FCK klæði; hendan avtalan fer at geva FCK fleiri enn 12 milliónir krónur í kassan komandi trý árini..
Mánadagin seldi FCK Morten Nielsen til franska felagið Strasbourg fyri 3 mió. kr., og samstundis staðfesti stjórin í FCK, Flemming Østergaard, at pengarnir skuldu brúkast til nýggjan spælara.
Og søgurnar um hvønn spælara FCK fer at keypa undan seinnu hálvu hava verið fleiri. Tann mest seiglívaði er tann um, at fyrrverandi AGF¹arin Thomas Thorninger skal keypast heim úr Italia. Miklos Molnar, sum als ikki sleppur í part í spanska felagið sínum Sevilla, hevur eisini verið nevndur sum ein nýggjur spælari í FCK.
Men týsdagin gjørdist greitt, at FCK hevur tryggjað sær ein annan fyrrverandi Lyngby-spælara, nevniliga Thomas Rytter, sum hevur spælt saman við Miklos Molnar í Sevilla.
Ítróttarstjórn í FCK Poul Erik Petersen var í gjár í Spania og samráddist við Thomas Rytter, og sambært spælaranum sjálvum, so fór tað at enda við eini avtalu.
Thomas Rytter spældi fram úr væl fyri Lyngby áðrenn hann fór til Spania í fjør, og hann hevði vunnið sær pláss á landsliðnum. Men eftir at hann kom til Spania hevur ikki gingist nóg væl, og nú sleppur hann als ikki at spæla. Framyvir er líkt til, at hann aftur skal vera liðfelagið við Toda Jónsson, men nú í FCK.
Thomas Thorninger, sum hevur verið uppá tal í FCK, og sum framvegis er tað, sambært donskum fjølmiðlum, er rýmdur heim úr italska felag sínum, Perugia. Nú fær danski álopsspælarin onga løn útgoldna og hann eigur onga framtíð í felagnum.
Besta boðið um eitt nýtt felag hjá Thorninger sigst vera FCK, men enn eru ongar samráðingar um avtalu, tí klandrið millum Thorninger og Perugia ger, at Thorninger ikki vil samráðast við FCK ella onnur feløg fyrrenn hansara viðurskifti í Perugia eru komin í rættlag, tað vil siga, at hann fær sína løn og avtala er gjørd um, hvussu samstarvið skal steðga.
Júst hetta forðaði í desember fyri, at FCK kundi tryggjað sær álopsmannin, sum hevur eina fortíð i AGF.