Tað gongur sera væl í Føroya yngsta býi

- Tað hevur verið og er stórt virksemi við bygging av íbúðum og sethúsum í kommununi, og hetta virksemið heldur fram í 2024, siga tey í Nes kommunu.

Nú vit eru farin um ársskiftið og inn í eitt nýtt ár, er hóskandi at meta um farna árið og gera ein samandrátt av, hvørjar ætlanir liggja fyri framman.

 

- Tað er við takksemi, at vit kunnu staðfesta, at fyri okkara kommunu hevur árið sum heild verið sera gott. Tað hevur verið stórur fólkavøkstur og inntøkuvøkstur.

 

Tað siga tey í Nes kommunu í einari kunning um 2023, har tey eisini siga eitt sindur um, hvørjar ætlanir eru fyri árið, sum júst er byrjað.

 

- Í februar í fjør kundu vit hátíðarhalda, at fólkatalið í kommununi var farið upp um 1500, og kommunan tók við býarheitinum. Um árskiftið hesaferð búðu 1535 fólk í Nes kommunu, og 17 børn vórðu fødd í kommununi í 2023.

 

Í fíggjarætlanini fyri 2023 varð roknað vit einum persónsskatti á 58,6 miljónir, men úrslitið gjørdist 65,3 miljónir krónur.

 

Í Nes kommunu vísa tey á, at í 2023 fluttu fleiri fólk og familjur í nýggj sethús og íbúðir.

 

- Tað hevur verið og er stórt virksemi við bygging av íbúðum og sethúsum í kommununi, og hetta virksemið heldur fram í 2024. Kommunan væntar at gera avtalur um sølu av enn meira lendi til bygging.

 

Sagt verður, at við tí inntøkuvøkstri, sum hevur verið, hevur kommunan eisini havt møguleikar at gera íløgur, fremja ábøtur og hava viðlíkahald á ymiskum økjum.

 

- Framburðurin í kommununi er stórur á flest øllum økjum, ásanna tey í Nes kommunu, sum vit á In.fo fara at venda aftur til í øðrum greinum.