Tað gongur ongan veg við upsanum

Upsafiskiskapurin er framvegis smáligur, og lítið bendir á, at nøkur vend kemur í.

Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, og væntandi er, at tey flestu koma inn at landa í næstu viku.

 

- Men skipini, sum fiska upsa, hava smáligan fiskiskap. Tey fáa tó nakað av hvítum fiski sum hjáveiði.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag. 

 

Tvey partrolarapør eru á gulllaksaveiði. Her plagdi eitt par at vera aftrat, nevniliga Eysturbúgvin og Vesturbúgvin.

 

Men síðan Eysturbúgvin sakk, hevur eingin makkari verið til Vesturbúgvan, og tískil eru bert tvey pør á gulllaksaveiði.

 

Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiði. Teir koma møguliga inn at landa síðst í næstu viku. Skipið fiskar í bretskum sjógvi. 

 

Fýra av teimum smáu trolbátunum eru á landleiðini, og tveir eru norðanfyri. Trolbátarnir fáa mest av toski, hýsu og so nakað av flatfiski.

 

Væntandi landa allir trolbátarnir í næstu viku.

 

Fýra garnaskip eru eisini til fiskiskap í løtuni. Tvey fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku.

 

- Øll garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap, og væntandi landa øll í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.