Tvey umfør vóru leygardagin í NM kappingini í skúlatalvi, sum í hesum døgum er í Klaksvík. Telvað verður á Hotel Klaksvík – á Sjómansheiminum – har triðja og fjórða umfar vóru leygardagin. Kappingin endar sunnudagin, tá ið fimta umfar er á skránni klokkan 10, og tá ið sætta umfar er á skránni klokkan 16.
Hjá føroyameistaranum Høgna Egilstoft Nielsen gekk tað leygardagin upp og niður ella rættari niður og upp. Fyrrapartin tapti hann ímóti svenska Joar Olund (2291). Hann eigur næsthægsta styrkistalið, og Høgni E. Nielsen (2372) eigur hægsta styrkistalið.
Leygarkvøldið eydnaðist tað Høgna E. Nielsen at vinna ímóti Rasmus Thøgersen (2137) úr Danmark. Joar Olund og íslendski Dagur Ragnarsson (2059) telvaðu remis. Teir báðir eru undan tveimum teimum síðstu umførunum fremstir í A bólkinum (1995-1998) við 3,5 stigum. Høgni Egilstoft Nielsen er teimum næstur við 3,0 stigum.
Hin føroyski luttakarin í hesum bólkinum, Rúni Tindskarð Jacobsen (1724), vann í fjórða umfari ímóti Samu Suoninen úr Finnlandi. Hann hevur einki stig vunnið burturúr fýra teimum fyrstu umførunum og er aftastur. Rúni Tindskarð Jacobsen hevur saman við tveimum øðrum 1,5 stig. Finski Joni Seppala (1760) er aftanfyri teir við 1,0 stigi.