- Eg haldi, at tað gingu 10-15 sekund frá tí, at maðurin kom fastur í trossan, til hann var í havinum, sigur annar stýrimaðurin á Anitu.
Sambært øðrum stýrimanni á Anitu bendir nógv á, at indonesiski maðurin ikki hevði ansað eftir lykkjuni á trossanum, og at hann av ósketni traðkaði á hana. Veðrið var um hetta mundið 25 m/s av útsynningi.
Røð av óhepnum umstøðum
Annars stýrimaður helt, at talan var um eina røð av óhepnum umstøðum, sum førdu til vanlukkuna. Millum annað segði annar stýrimaður, at manningin hevði frí í átta tímar og arbeiddi í 16 tímar, men at hetta var við pausum á 30-40 minuttir fyri hvørjar fýra tímar.
Les alla greinina í vikuskiftisblaðnum hjá Sosialinum.