Tað gekk ikki hjá KÍ

Kvinnurnar úr Klaksvík taptu fyrsta dystin í europeisku kappingini 2-1 ímóti Vllaznia úr Albania

Tað gekk ikki, sum tað varð vónað og kanska roknað við, tá ið KÍ kvinnurnar í dag løgdu til brots í europeisku kappingini. Kappingin er í Litava, og FM vinnararnir fjúrtan tey seinastu árini spældu í dag ímóti Vllaznia, sum er úr Albania. Úrslitið var, at albanska liðið vann 2-1. Fyri tveimum árum síðani vann KÍ 11-1 ímóti hesum liðnum, sum nú er styrkt við fleiri útlendskum spælarum.

Sjálvandi kendist hetta sum vónbrot í KÍ leguni.

Miðvallarin Eyðvør Klakstein legði annars KÍ framum, tá ið ein hálvur tími var farin.

Seks minuttir undan steðginum javnaði albanska liðið við beinleiðis frísparki, og tríggjar minuttir eftir steðgin skoraðu tær sigursmálið til 2-1, eftir at fríspark varð sent innfyri.

Tølini siga, at albanska mótstøðuliðið hevði meiri spæl. Tær høvdu átjan royndir ímóti KÍ málinum, meðan KÍ hevði seks royndir ímóti albanska málinum. Eina ferð sendi Vllaznia bóltin í stólpan aftanfyri Randi Wardum í KÍ málinum.

 

Mánadagin skal KÍ spæla ímóti Gintra úr Litava og hósdagin ímóti Apollon Ladies FC av Kypros.

Royndirnar siga, at kypriotiska liðið er ógvuliga gott. Eftir tapið í dag kennast vánirnar ikki so góðar fyri, at tað skal eydnast at vinna annað av fremstu plássunum, sum bera rættin at halda fram í kappingini við sær.

Í dag vann Apollon Ladies 3-1 á Gintra.

KÍ: Randi Wardum – Katrina Akursmørk, Bára S. Klakstein, Malena Josephsen, Sigrid Jacobsen – Eyðvør Klakstein, Annika Petersen (Sigrun Sirdal, 81.), Olga Kristina Hansen, Maria K. Thomsen, Laila Pætursdóttir  (Hervør Olsen, 81.) – Rannvá B. Andreasen

Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Monika Biskopstø, Kristina A. Rasmussen, Lisa Joensen og Gudny Johannesen.