Fyrsti dysturin í ársins landskapping er av. Úrslitið var 3-2 til HB, sum hevði vitjan av B68.
HB var fimm stig undan steðginum frammanfyri 3-0, og tað sá út til, hvussu stórur heimasigurin fór at verða.
So svaraði B68 tvær ferðir aftur, og eftir steðgin vóru gestirnir omaná. Teir spældu seg til møguleikar, og HB verjuspælið og ikki minst HB málverjin vóru rættiliga ótrygg. Men tað eydnaðist ikki B68 at skora, og so vann HB 3-2.
Eins og í stórsteypadystinum var HB avrikið í kvøld ikki sannførandi, men fasittið er, at HB hevur vunnið stórsteypið og ársins fyrsta landskappingardyst.
B68 spælararnir vóru grammir og bjóðaðu støðugt av frammarlaga á vøllinum. Tað kostaði trý mál, men toftamenn vístu fínan hugburð, og sum tíðin leið, sá tað út til, at teir høvdu størri yvirskot, runnu meiri og vunnu nærdystirnar, meðan tað fram ímóti dystarenda sást, at HB spælararnir hava fleiri royndir. Teir spældu við eld, og tað gekk akkurát.
Eftir síðsta bríksl vóru toftamenn vónbrotnir, og HB spælararnir vóru lættir um, at teir høvdu vunnið stigini. At teir leikliga hava nógv at rætta var sjón fyri søgn hjá øllum, sum vóru í Gundadali og annars fylgdu við.
-Vit góvu teimum trý løtt mál, so tað var torført, men vit reistu okkum, og størsta partin av tíðini vóru vit leikliga omaná. Eg eri vónbrotin, og samstundis eri eg stoltur av okkara monnum, sum vístu, hvussu væl teir eru fyri, sigur B68 venjarin Jákup á Borg í samrøðu við FM1.
Eftir eitt ára útferð í Klaksvík var Dan í Soylu aftur á HB miðvøllinum:
-Hetta kendist kaotiskt. Vit vóru frammanfyri 3-0, men so var verjuspælið ikki sannførandi. B68 legði nógv fyri, og tað eydnaðist at skora tvey mál og so var spenningur í. Vit eru ikki komnir á lagi við nýggju spælskipanini, men vit fegnast um stigini og halda fram at arbeiða, sigur Dan í Soylu.
Í fjórða minutti setti Ári Mohr Jónsson hol á. Seks minuttir seinni noyddist Heini F. Sørensen skaddur av vøllinum. Sammy Skytte loysti hann av, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað innskifti Sammy Skytte, sum við skoti mitt fyri økti um munin til 2-0. Einki var at siga til, at B68 málverjin iðraði seg, tí hann hevði beinið á bóltinum og átti at havt bjargað.
Eftir fínt einmansavrik, tá ið hann dró fram eftir miðásinum økti Leivur F. Guttesen um munin til 3-0. Tá restaðu sjey minuttir av fyrra hálvleiki, og ballið sá út til at vera buðið hjá toftamonnum.
HB verjan hevði tó ikki sæð serliga sannførandi út, og fimm teir síðstu minuttirnar undan steðginum svaraði B68 tvær ferðir aftur.
Tveir minuttir eftir 3-0 málið minkaði Hanus Højgaard um munin til 3-1. Eftir innlegg úr vinstru legði eyðsýndi Emanuel Kulgo bóltin fyri føturnar á Hanusi Højgaard, sum sneiddi framvið einum mótstøðumanni, áðrenn hann av brotssparksblettinum sendi bóltin í málið.
Og tveir minuttir seinni var tað Sebastian Lau Nielsen, sum plagar at vera miðvallari og í kvøld var fremsti maður, sum skoraði til 3-2. Aftur var innleggið úr vinstru og frá Bárði Ó. Jensen. Sebastian krøkti bóltin til sín og stýrdi hann í málið úr stuttari fjarstøðu.
Lagt varð upp til uppaftur meiri undirhald og fleiri mál. Tað var undirhaldandi eftir steðgin, men einki mál varð skorað aftrat.
HB – B68 3-2 (3-2)
1-0: Ári Mohr Jónsson 4.
2-0: Sammy Skytte 25.
3-0: Leivur F. Guttesen 38.
3-1: Hanus Højgaard 40
3-2: Sebastian Lau Nielsen 42.
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
HB: Reinis Reinholds – Mathias Voss, Ejvind Restorff Mouritsen, Klavs Kramens (Bartal Wardum, 61.), Viljormur Davidsen, Ári Mohr Jónsson – Heini F. Sørensen (Sammy Skytte, 10.), Noah Mnenéy (Ási P. Dam, 76.), Dan í Soylu – Leivur F. Guttesen (Jákup Thomsen, 61.), Emil Grønn Pedersen (Jonas Enkerud, 77.)
Gult kort: Mathias Voss, Sammy Skytte, Reinis Reinholds
Venjari: Adolfo Sormani
B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen (Eli Hansen, 90.), Aleksandur Ó. Jensen, Aron Reinert Hansen, Bárður Ó. Jensen – Emanuel Kulego (Martin Klein Joensen, 69.), Jákup N. Vilhelmsen, Magnus Holm Jacobsen (Ragnar Steinhólm, 56.), Hanus Højgaard, Tóki á Lógv – Sebastian Lau Nielsen (Marjus Nón, 69.)
Gult kort: Jákup N. Vilhelmsen, Sebastian Lau Nielsen, Aleksander Ó. JeEmanuel Kulego (Martin Klein Joensen, 69.), Tóki á Lógv,nsen
Venjari: Jákup á Borg