Tað fer at merkjast hjá suðuroyingum

Landsstýrismaðurin ásannar, at suðuroyingar verða nógv skerdir, tá ið Herjólfur 3 fer at sigla – men hjá ferðafólki verður tað á góðari leið

Hjá ferðafólki verður tað á góðari leið, tá ið Herjólfur 3 fer at avloysa Smyril á Suðuroyarleiðini. Sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Men hann ásannar samstundis, at hvat farmi og bilum viðvíkur, verður talan um eina stóra avmarking.  Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi hevur spurt hann hvat hann heldur um tað, at Herjólfur 3 skal røkja suðuroyarsiglingina ímeðan Smyril er í dokk. Smyril fer í dokk 16. august 2022 og fer aftur í sigling fyrstu vikuna í oktobur.

 

Landsstýrismaðurin vísir á, at Strandferðslan leigar Herjólf 3 í 16 mánaðir. Smyril hevur væl størri kapasitet enn Herjólfur, og tað fer at merkjast á leiðini, sigur Uni Rasmussen. Smyril kann hava 975 ferðafólk frá apríl til oktobur, og 800 ferðafólk hinar mánaðirnar. Samstundis tekur Smyril 200 bilar. Herjólfur 3 hevur ikki fingið endaligu loyvini enn, men Strandferðslan hevur fingið eina vegleiðing frá myndugleikunum og eftir henni kann Herjólfur 3 taka 530 ferðafólk – men tað er treytað av, at alduhæddin ikki er meira enn 2,5 metrar. Annars kann hann taka 450 ferðafólk. Herjólfur 3 hevur 350 sitipláss, 100 koyggjur og 45 briksir til ferðafólk.

 

Eftir føstu ferðaætlanini siglir Smyril 36 ferðir um Suðuroyarfjørð um vikuna ella 1.872 túrar um Suðuroyarfjørð um árið. Tað kemur at kalla ikki fyri, at ikki øll ferðafólk sleppa við. Verður hugt eftir ferðafólkahagtølunum, vóru tað bara 53 túrar í 2021, har tað vóru eru meira enn 400 ferðafólk við, ella trý prosent av øllum túrum. Og tað vóru bara 25 túrar, har tað vóru meira enn 500 ferðafólk. Sostatt er væntandi, at siglingin við ferðafólki verður á góðari leið, meðan Herjólfur røkir Suðuroyarsiglingina, sigur Uni Rasmussen.

 

Hinvegin tekur Herjólfur bara 67 bilar, og sostatt verða umstøðurnar til bilaflutning og farmaflutning, nógv skerdar. Fyri at bøta um støðuna er ætlanin, at Herjólfur skal sigla ein farmatúr um náttina.

 

Tað verður mett til at kosta Strandferðsluni einar sjey milliónir at gera Herjólf kláran til sigling og fyri at leiga skipið frá 1. juni 2022 til 31. desembur 2022.