Tað vignaðist væl, tá ið føroyskir rógvarar leygardagin royndu seg í DM kappingini í inniróðri, sum var í Gladsaxe.
Í heiðursmerkjum var úrtøkan tvey gullmerki og eitt silvurmerki.
Og so var tað merkisvert, at tað eydnaðist føroyskum rógvara at seta danskt met.
Jógvan Sofus Vilhelmsen vann gull í tungvekt bólkinum fyri 30-39 ára gamlar. Tíðin var 6.24.3.
Sverri Nielsen vann gull í opna bólkinum og setti nýtt danskt met í tíðini 5.51.6
Brandur Kjølbro vann silvur í bólkinum fyri dreingir 15 ár. Tíðin hjá Brandi var 6.52.00.
Hermann Samuelsen varð nummar átta í sama bólki, og Fríðjohn Elttør varð nummar 18 í bólkinum fyri 16 ára gamlar dreingir, veit Róðrarsambandið at siga í tíðindaskrivi.