Tað eru fleiri enn 1.000 kryptogjaldoyru

Í sambandi við burturflytingina av norsku kvinnuni, Anne-Elisabeth Hagen, er komið fram, at ránsfólkini vilja hava loysigjald upp á 69 milliónir krónur í kryptovaluta, sum er eitt talgilt pengaslag, sum vónleyst er hjá løgregluni at spora.

 

Í eitt nú Danmark hava skattamyndugleikarnir fyri fyrstu ferð fingið til uppgávu at kanna kryptogjaldoyramarknaðir.

 

Tað merkir, at tríggir danskir kryptogjaldoyramarknaðir skulu lata skattamyndugleikunum upplýsingar um sølu av kryptogjaldoyar, sum er ferið fram frá 1. januar í 2016 til 31. desember í 2018.

 

Les her um kryptogjaldoyra:

* Kryptogjaldoyra er eitt talgilt gjaldoyra, sum bara kann vekslast elektroniskt.

 

* Flytingar við talgilda gjaldoyranum fer fram uttan um bankarnar. Tað kann keypast á ymsum gjaldoyramarknaðum á internetinum. Prísurin verður stýrdur av eftirspurninginum.

 

* Tað er eingin myndugleiki, sum stendur aftan fyri kryptogjaldoyra.

 

* Skipanin byggir á sokallað Blockchain-tøkni. Talgilda gjaldoyra kann goymast í einum virtuellum pungi á netinum.

 

* Alsamt fleiri fysiskar forrætningar og onlinetænastu er farin at taka ímo´ti bitcoin sum gjald.

 

* Men bitcoin verður eisini brúkt av kriminellum. Til dømis síggjast mál, har fílar verða læstir á teldum, og kravt verður loysigjald í bitcoin fyri at lata fílarnar uppaftur.

 

* Tað eru fleiri enn 1000 ymisk kryptogjaldoyri. Besti kenda kryptogjaldoyra er bitcoin, sum kom fram í 2009.

 

Keldur: Ritzau, DR, Skattestyrelsen.

 

/ritzau/