Tað eru nú fleiri ár síðan, at Vágur hevði eitt vanligt fiskavirki, sum býurin hevði í nógv ár. Gamla Polarfrost hevur seinnu árini verið brúkt sum kryvji-og pakkivirki hjá Bakkafrost, og tá laksur verður tikin, er arbeiði á virkinum til eini 40 fólk.
Men, sambært borgarstjóranum í Vágs kommunu, Bjarna Johansen, hevur arbeiðið á kryvjivirkinum ikki verið serliga støðugt í ár, tí tað er ikki so nógvur laksur tikin í Suðuroy í árinum.
– Eg vil siga, at frá apríl og til einaferð í juli var næstan steindeytt á virkinum. Í heyst hevur verið eitt lítið sindur aftur, men vit hava skilt, at tá vit koma út í desember, verður aftur meira at gera.
Tá er væntandi, siga tey á Bakkafrost, at arbeiði verður tað mesta av einum hálvum ári, um alt gongur, sum ætlað.
Á laksavirkinum í Vági verður fiskurin blóðgaður, kruvdur, reinsaður og síðan ísaður í kassar, áðrenn hann fer norður um fjørðin.
Ymisk vinna
Vit hava spurt borgarstjóran, hvørjar vinnufyritøkur annars eru í Vági, sum tryggja fólkinum í kommununi eina inntøku.
– Vit hava fleiri miðalstór og smærri virkir, smærri hand- verkarafyritøkur innan eitt nú timbur, betong, hvs, el og grevstur, og vit hava hotell, matstovur og handlar.
Hann vísir á, at matstøðini í Vági eru nøkur í tali, um tú tekur grillbarrina Báruna við. Hini eru Hotel Bakkin, sum hevur opið um vikuskiftið, Garðslon og ein filipinsk buffét.
Á Oyrunum í Vági er lemmavirkið, Rock Trawldoors, sum seinnu árini hevur havt góð úrslit, og um hesar leiðir er eisini dyggi veitarin, Vágs Timburhandil, sum Balslev nú eigur.
– Í timburhandlinum starvast eini 7-8 fólk, og hjá Rock er talið út við 20.
Bjarni Johansen vísir á, at Tangavirkið er eitt støðugt arbeiðspláss í Vági, har umleið 20 fólk starvast, og her eru eisini lærlingar, eins og fyritøkan rekur handil.
Vágs Skipasmiðja hevur eisini nakrar mans í starvi.
– Á bedingini eru maskinsmiðir og skipstimbrarar, so her verða av og á onkur træskip tikin upp til umvælingar.
Hann vísir á, at í løtuni stendur ein fóðurflaki hjá Bakkafrost á bedingini, og her stendur eisini onkur tvíkilja uppi av og á.
Vágs Skipasmiðja hevur eisini nakrar lærlingar.
– Tað er sjálvandi saknur í einum fiskavirki á vinnuliga økinum, har fólk í sínari tíð høvdu sítt tímalønta arbeiði, og hetta samstundis var ein partur av virkseminum og mentanini í økinum, sigur Bjarni Johansen.
##med2##
Almenn arbeiðspláss
Tá borgarstjórin verður spurdur um almenn størv í kommununi, sum landið varðar av, sigur hann, at her eru nøkur, men at hesi saktans kundu verið fleiri.
– Av stovnum hava vit ellisheimið Hamragarð, og vit hava stovnin, sum húsast í niðastu hæddini á Hamragarði. Haraftrat hava vit Verkstaðin á Bakka og Sambýlið á Bárðarfløtti.
Bjarni Johansen ásannar, at tá hann hugsar seg um, eru kortini fleiri almenn størv í kommununi, sum sjálvsagt hava stóran týdn- ing, tá til stykkis kemur.
– Men, tað merkir so ikki, at vit ikki kundu havt nøkur fleiri, leggur hann aftrat.
Spennandi verkætlan
Á býráðsfundi í Vági fyrr í heyst var eitt mál á skránni um at bjóða økið yviri á Oyrunum út til annað virksemi enn tað, sum har hevur verið.
Tað var nevniliga í summar, at eitt felag setti seg í samband við Vágs kommunu um hetta økið.
Í Vágs kommunu hava tey einki sagt um, hvat felagið er, sum hevur áhuga at byggja í Vági, men keldur hava seinni sagt, at talan er um eitt pelagiskt stórfelag.
– Verkætlanin snýr seg um at byggja eitt virki til móttøku av uppsjóvarfiski, siga tey í Vágs kommunu.
Borgarstjórin, varaborgarstjórin og umboð fyri fyrisitingina í hjá Vágs kommunu hava verið á fundi og hoyrt um ætlanina.
– Á fundinum gjørdu vit greitt, at vit eru positivir um ætlanina, men enn er eingin avtala er gjørd.
Felagið, sum talan er um, hevur eisini verið í samband við teknisku deild hjá Vágs kommunu.
– Býráðið hevur eisini verið á fundi við felagið, har greitt hevur verið frá, at ætlanin í fyrsta umfari er at byggja eina móttøku til uppsjóvarfisk.
Bjarni Johansen vísir á, at felagið í samband við fyrsta byggistig hevur ynski um eitt øki á 4000 fermetrar og til annað byggistig at víðka økið til 5000 fermetrar.
##med3##
Størri verkætlan
Ætlanin hjá teimum, sum hava vent sær til Vágs kommunu, endar ikki her, men borgarstjórin vil í løtuni ikki siga stórvegis um virkisætlaninar á Oyrunum.
Felagið hevur nevniliga sett ynski fram um eitt øki í Oyrunum, sum er einar 18.000 fermetrar, og ætlanin er eisini at byggja eitt størri virki til uppsjóvarfisk.
– Vit kunnu ikki siga tað stóra um ætlaðu verkætlanina í løtuni, tí vit vita ikki so nógv sjálvi, men vit vænta, at meira verður at frætta um hálvan november, er tað einasta, sum Bjarni Johansen kann siga í løtuni.
Borgarstjórin leggur aftrat, at sjálvandi er ein slík virkisætlan spennandi, og í kommununi eru tey positiv og opin fyri nýggjum vinnuligum virksemi.
– Jú, hetta er spennandi, og vit hugsa sjálvandi um, at slíkt virksemi kann geva ringvirkningar í umhvørvnum, men vit hava skilt, at talan verður ikki um frysting í fyrsta umfari, men vónandi í einum øðrum umfari, leggur Bjarni Johansen aftrat.