Kring allan heimin eru tað minst 236.000 fólk, sum drukna á hvørjum ári. Helvtin av teimum eru undir 30 ár, og menn eru tvær í tvær ferðir so stórum vanda fyri at drukna enn kvinnur.
Eftir hagtølunum hjá Landslæknanum, eru trý fólk druknað Føroyum um árið síðani 2000. Tilsamans eru 45 fólk druknað í Føroyum síðani 2000. Av teimum vóru 12 fólk, ella 27 prosent, undir 30 ár, og 41 fólk, ella 91 prosent, vóru dreingir og menn.
Sum vit skrivaðu í áðni, fer Svimjisambandið nú at varpa ljós á, hvussu vit kunnu fyribyrgja vanlukkum, har fólk drukna. Les meiri um tað her: Vilja forða fyri druknivanlukum í Føroyum.
Og tað er rættiliga viðkomandi, tí tølini hjá Landslæknanum vísa, at tað drukna rættiliga nógv fólk í Føroyum eftir fólkatalinum. Í Føroyum drukna nevniliga seks fólk fyri hvørji 100.000 fólk. Ísland druknaðu 0,60 fólk fyri hvørji 100.000 fólk í 2019, í Noregi var talið 0,79, í Skotlandi var tað 0,49 fólk, í Danmark var tað 0,44 fólk, í Svøríki var tað 0,68 fólk og í Týsklandi druknaðu, 0,44 fólk fyri hvørji 100.000 fólk.
Hinvegin líkjast okkara tøl fyri druknivanlukkur, teimum í Teilandi, har tað druknaðu 6,35 fólk fyri hvørji 100.000 fólk í 2019, í Zimbabwe var talið 6,21 fólk, í Myanmar var tað 5,76 fólk, í Grønland var tað 5,57 fólk, í Lettland var tað 5,53 fólk, í Norðurkorea var tað 5,38 fólk og í Bangladesh druknaðu 5,07 fólk fyri hvørji 100.000 fólk í 2019.
Av teimum 45 fólkunum, sum eru druknað í Føroyum síðani 2000, var ein vanlukka í einum svimjhyli, tað er tvey prosent, tríggjar, ella sjey prosent, vóru til havs, men minst 13, ella 29 prosent, vóru við ein bryggjukant. Hinar vanlukkurnar, ella 62 prosent av teimum, hendu á sjónum nær landi, ella í vøtnum og í áum.
Svimjisambandið sigur, at tað er ikki beinleiðis skrásett, men vit vita, at tey sum drukna, ofta vóru einsamøll, tá ið vanlukkan hendi.
– Stutt sagt kann sigast, at tey, sum drukna í Føroyum, eru serliga tilkomnir menn, sum fara einsamallir onkunstaðni, har vandi er fyri at kunna drukna, sigur Svimjisambandið.
Tey leggja afturat, at hesi tøl eru bara fyri tey sum druknaðu, men tað eru nógv fleiri, sum hava verið í vanda fyri at drukna. Í eini føroyskari Gallup-kanning í 2018 søgdu 20 prosent av fólki, at tey høvdu verið í vanda fyri at drukna og í eini sama slag kanning frá 2021, søgdu 16 prosent, at tey høvdu verið í vanda fyri at drukna.