Higartil í ár hevur tað gingið væl hjá NSÍ á heimavølli. NSÍ hevur spælt tveir heimadystir. Úrtøkan er seks stig, og málmunurin er 4-0. Tað vil siga, at um tað í kvøld fer at eydnast klaksvíkingum at skora mál, so verður tað fyrstu ferð í ár, at mál fer ígjøgnum hjá NSÍ á heimavølli.
Felags fyri bæði NSÍ og KÍ er, at úrtøkan í fyrstu umførunum í landskappingini hevur verið hampulig – KÍ er á triðja plássi við 12 stigum, og NSÍ er á fjórða plássi við 10 stigum – og at tað í fjórðingsfinaluni í steypakappingini síðsta sunnudag endaði við tapi. NSÍ tapti 4-3 við Margáir eftir longda leiktíð, og KÍ tapti 3-0 í Gøtu.
-Tað sá gott út, tí vit vóru frammanfyri 3-0, tá ið tað restaðu gott og væl tíggju minuttir. Vit høvdu tað í pottinum, og møguleikar vóru fyri uppaftur størri leiðslu. Tí var talan um øgiligt vónbrot, tá ið tað endaði við tapi. At vit í tveimum dystum við Margáir hava víst, at vit spæla betri enn EB/Streymur, kunnu vit ikki brúka til nakað í steypakappingini, men í landskappingini kunnu vit taka góðu avrikini við okkum, og nú snýr tað seg um KÍ við Løkin, staðfestir Helgi L. Petersen, sum er hjálparvenjari hjá NSÍ.
NSÍ miðverjin Jens Joensen er skaddur og harvið ikki tøkur í kvøld.
Í Klaksvík royna teir av vaska 3-0 steypatapið í Gøtu av sær, meðan teir umhugsa, hvussu farast skal undir avbjóðingina í Runavík.
-Vit spældu 4-4-2 í Gøtu, eftir at tað tvær ferðir hevði riggað væl í landskappingardystum á heimavølli. Tað riggaði ikki hesa ferð, og tí skiftu vit aftur til 4-3-3 í 2. hálvleiki. Kanska eiga vit at hugsa meiri um mótstøðuliðið, og hvussu tað spælir, heldur KÍ liðformaðurin Hjalgrím Elttør.
Gunnar Christiansen og Ísak Simonsen, sum hevur verið sjúkur í vikuni, spæla í dag við 1. deildarliðnum hjá KÍ ímóti HB. Tað er tunnilsdagur, og tá ið veðrið haraftrat er so framúr gott kann roknast við, at KÍ viðhaldsfjøldin verður stór við Løkin í kvøld.
Í fjør vóru uppgerðirnar millum NSÍ og KÍ í Runavík ógvuliga undirhaldandi. KÍ vann 3-2 fyrru ferðina, og NSÍ vann seinnu ferðina 4-3.
NSÍ-KÍ: Páll Augustinussen klokkan 18.00.