? Tað er ein ófatiligur lætti. Men samstundis er tað so óveruligt. Tað er sum um eg bara havi havt marruna, og at eg einaferð vakni aftur, og so er einki av hesum hent og alt er við tað gamla.
Ein tung byrða er tikin av herðunum á havnarkonuni, Marjuni Dahl, og øllum húski hennara.
Hon, maður hennara, og báðar døturnar, eru loksins sloppin til Danmarkar eftir at hava liva næstan í húsavarðhaldi, undir strangari politiverju í Argentina nú í næstan fimm mánaðir.
Tey komu til Keypmannahavnar fríggjakvøldið og eru flutt inn í eitt lítið gestakamar í enum studentabýli í Keypmannahavn.
Takið verður nú at finna eina íbúð, og síðani arbeiði, so at tey sleppa aftur at liva eitt vanligt lív.
Sjálv er Marjun sjúkrasystir og roknar við at fáa arbeiði.
? Tað ringasta er børnini. ? Hetta hevur verið ein ómetaliga trupul tíð hjá teimum. Tá ið tær eru afturkomnar úr skúlanum, eru dyrnar blivnar læstar so at tær eru ikki slopnar útaftur. ? Og tá ið foreldrini eru nervøs, verða børnini tað eisini
? Tí verður tað fyrsta at royna at fáa tey, og okkum sjálvi, at fella til ró aftur, sigur Marjun í telefonini úr Keypmannahavn.
Komu í ringa neyð
Marjun, og argentinski maður hennara, hava búð í Argentina nøkur ár.
Trupulleikar teirra tóku seg upp í summar, tá ið ein hópgrøv frá einaræðistíðini varð funnin í heimbýi teirra, Cordoba.
Fregnartænastutjórin í landspartinum. Carlos Yanichelli varð settur í samband við morðini.
Tá fortaldi Luis Urquiza, maður Marjuna einaferð enn frá sínum royndum av hesum sama Yanichelli.
Undir einaræðinum varð maður Marjuna settur fastur av politiskum áðum, og hann hevur áður greitt frá, at hann kendi Yanichelli aftur, sum ein av bøðlunum, ið píndu hann.
Men tey komu í rættiliga neyð, tá ið hann nú endurtók tað fyri fjølmiðlum, hann vitsti um Yanichelli.
Tí stutt eftir blivu tey hótt við lívinum. Tað hendi soleiðis, at ókend fólk ringdu til teirra fleiri ferðir við hóttanum, sum ikki vóru til at misskilja
? ?Nú verður tað skjótt, vit koma eftir tykkum?, og ?nú verður tað ikki leingi? fortelur Marjun, at tey vórðu hótt í telefonini.
Av ringum royndum vita tey, at tann gamla gardan frá einaræðistíðini langt frá er skúgvað til viks enn. Ein kanning, sum nýliga er gjørd í Argentina vísti, at heilt nógvir politistar og fregnartænastumenn frá einaræðistíðini eru enn í størvum sínum, summir enntá í heilt høgum størvum.
Tí tóku Marjun og tey hóttanirnar í størsta álvara og settu seg í samband ivið donsku sendistovuna í Buenos Aires.
Eisini danska sendistovan tók málið í so stórum álvara, at syrgt varð fyri, at politistar skuldu standa á varðhaldi uttanfyri hús teirra dag sum nátt.
Í skúlanum, døtur teirra gingu í, varð vaktarhaldið styrkt.
Eina kiosk høvdu tey, men hana máttu tey lata aftur, tí ongin tordi at keypa frá teimum, tí tey vóru umgyrd av politistum alla tíðina.
Samstundis varð fór sendistovan at reika fyri so at tey sluppu úr Argentina, og aftur til Danmarkar.
Og fríggjakvøldið komu tey so til Danmarkar.
Nógv varð gjørt burturúr fráferðini úr Argentina.
Tveir embætismenn av donsku sendistovuni í Buenos Aires komu til Cordoba eftir teimum og koyrdu tey á flogvøllin í einum bilafylgi við trimum bilum. Við vóru eisini fleiri politistar frá samveldispolitinum. Á flogvøllinum vórðu tey sett í rúm fyri seg sjálvi at bíða eftir flogfarinum. Tey vóru siðani koyrd heilt út til flogfarið.
Í Buenos Aires stóð sjálvur sendiharrin fyri teimum, tey vórðu fyrst koyrd á skrivstovuna, uttanríkismálaráðið hevur á flogvøllinum, og síðani aftur í eitt annað rúm fyri seg sjálvi at bíða eftir flogfarinum. Tey vóru síðani koyrd í bili heilt út til flogfarið.
Haðani gekk leiðin til Amsterdam, og síðani til Keypmannahavnar.
Tey fingu næstan onki við av tí sindri, tey áttu.
? Vit stúvaðu so nógv vit kundu inn í eitt verilsi í húsum okkara og læstu so. Hvussu verður við øllum, vita vit ikki nú. Kanska fáa vit leiga tað út, ella selt, tað, ella má tað bara vera harvið.
Ein lætti
Marjun Dahl sigur, at tað er ein harrans lætti at verða komin aftur til Keypmannahavn.
? Tað hevur verið ómetaliga strævið at búgva undir so ringum umstøðum, sum tey hava búð undir hesar seinastu mánaðirnar.
? Serliga hesar seinastu vikurnar vóru harðar, tí fyri stuttum varð ein kona funnin myrd uttanfyri Cordoba, og sagt varð fyri vist, at talan var um eitt politiskt morð, og tað varð eisini sett í sambandi við henda sama Yanichelli.
Hon sigur, at ringast hevur tað verið fyri børnini, tí tey hava eisini verið merkt av, at okkurt er galið.
Og tey eru eisini kedd av av flyta frá tí lívi, tey høvdu í Argentina.
Tí nú eru ikki utlit til, at tey síggja heimlandið aftur við bræði.
? Tað skal sanniliga nógv henda, áðrenn vit fara yviraftur, sigur Marjun.
Takkar øllum
Síðani Sosialurin tók málið upp fyrr í heyst, hevur ein hópur av føroyingum gjørt vart við seg hjá argentinsku myndugleikunum og heitt á teir um at síggja til, at Marjun og tey sluppu av landinum í øllum góðum.
Marjun sigur, at hesar áheitanir hava alstóran týdning í málum sum hesum, tí ofta tora illgerðarmenninir ikki at gera nakað, um teir vita, at fólk heldur eyguni við teimum.
Marjun sigur, at hon, maðurin Luis, og døturnar Christina og Cecilia, vilja fegin nýta hetta høvi at takka øllum hjartaliga fyri hjálpina.