Tað er so stak friðarligt

- Tað er ikki so frægt, at vit hava fingið fráboðan um nakra trampolin, sum er fokin í vindi, sigur vaktleiðarin.

Tað er summar, men tað er einki summarveður.

 

Vit hava havt regn, og vit hava havt vind - og nokso nógvan vind í løtum seinastu dagarnar.

 

Soleiðis var eisini síðstu nátt, og í morgun er eisini frískur vindur vestaneftir.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur í morgun, at tað hevur verið stak friðarligt seinasta samdøgrið.

 

- Her hevur einki verið av nøkrum, sum hevur almennan áhuga.

 

Tá vindur er um summarið hendir viðhvørt, at onkur trampolin lyftir sær á og fer sín veg.

 

- Men, tað er ikki so frægt, at vit hava fingið fráboðan um nakra trampolin, sum er fokin, sigur vaktleiðarin.