Tað er smáligt við trolinum

Tvey garnaskip eru á svartkalvaveiði og hava brúkiligan fiskiskap.

 

Fimm partrolarapør eru í løtuni til fiskiskap eftir upsa, og flestu skipini koma inn at landa í næstu viku.

 

- Partrolararnir hava smáligan fiskiskap eftir upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski sum hjáveiði.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Lagt verður aftrat, at tvey pør fiska gulllaks. Tað merkir, at triðja parið, sum var á hesi veiði, ikki er komið í gongd aftur enn.

 

Tá Eysturbúgvin sakk, partrolaðu teir saman við Vesturbúgvanum. Líkt er ikki til, at Vesturbúgvin enn hevur funnið ein nýggjan "makkara".

 

Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiði, og vit gita, at hetta er Brestir. Teir koma helst inn at landa fyrst í næstu viku.

 

Í løtuni er ein trolbátur til fiskiskap. Teir koma inn at landa mánadagin. Veiðan er mest havtaska og so nakað av toski, reyðsprøku og tungu.

 

- Vit rokna við, at onkur annar trolbátur loysir í næstum.

 

Tvey garnaskip eru á svartkalvaveiði og hava brúkiligan fiskiskap. Tvey fiska havtasku og hava eisini brúkiligan fiskiskap.

 

- Øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.