Tað, sum er komið fram um viðurskiftini hjá útlendskum fiskimonnum við føroyskum skipum, er skomm fyri politikararnar.
Tað segði Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, nú Løgtingið viðgjørdi uppskotið hjá Aksel V. Johannesen um at krevja, at útlendskir fiskimenn við føroyskum skipum, skulu vera løntir eftir sáttmála við eitt føroyskt manningarfelag.
Men samgongan hevur mælt til at fella málið.
Bill Justinussen er bara ein av mongum tinglimum, sum eru rættiliga illa við av tí, sum er komið fram um viðurskiftini hjá útlendskum fiskimonnum við føroyskum skipum. Og tá ið Løgtingið skuldi atkvøða um málið í dag, fekk tað eina óvæntaða vend.
Les eisini: Vandi fyri at útlendingar verða koyrdir í land
Eitt uppskot um at beina málið aftur í Vinnunevndini, varð nevniliga einmælt samtykt og sostatt varð tað ikki í dag, at Løgtingið fekk høvi at atkvøða um málið.
Sostatt fekk Vinnunevndin málið aftur í høvdið, tí tinglimir vóru ikki nøgdir við viðgerðina í nevndini.
Uppgávan hjá Vinnunevndini verður nú at greina málið gjølligari. Eitt nú vildu tinglimir hava at vita, hvat reiðarafelagið og manningarfeløgini, halda um málið.
|










