Sum vit skrivaðu her á in.fo í gjár, so hava vit eina gamla lóg um fýrverk í Føroyum frá 1969. Og sambært henni, so er tað til dømis ikki ólógligt at selja fýrverk úr bingju millum hús í Havn, hóast tað av trygdarorsøkum als ikki hevði komið upp á tal í Danmark.
Les eisini:Bingja við fýrverki mitt í Havnini: Hetta er fult lógligt
Í gjár frættist eisini um, at fýrverk fæst til keyps í Føroyum, ið er afturkallað í Danmark.
– Talan er um fýrverk sum, hóast tað er ætlað sum lógligt, ikki verður mett at hava nøktandi dygd og trygd samsvarandi danskari lóg. Viðkomandi fýrverk er tó ikki ólógligt sambært føroysku lóggávuni um fýrverk, og kann tískil ikki afturkallast, skriva Arbeiðs- og brunaeftirlitið og Føroya Politi, sum tó út frá einari vanligari meginreglu um fyrivarni, mæla fólki til at kanna, um teirra fýrverk er fevnt av donsku afturkallingunum og atntaka øll neyðug trygdaratlit.
Afturkallingarnar í Danmark síggjast á hesari leinkju:https://produkter.dk/mangelfuldeprod
Myndugleikarnir skulu samstundis minna á, at besti hátturin at sleppa undan skaða av fýrverki er at fylgja teimum fimm einføldu ráðunum:
1: Nýt verndarbrillur
2: Skjót bert góðkent fýrverk, ikki heimagjørt ella ólógligt fýrverk
3: Halt ikki tendraðum fýrverki í hondini, men set fýrverkið í ein haldara, sum ikki koppar
4: Halt trygdarfrástøðu og bend teg ikki inn yvir fýrverkið
5: Far ikki aftur til fýrverk, ið ikki brast