Aftur í dag ávarar Heilsufrøðiliga Starvsstovan ímóti matvøru, sum er at fáa í Føroyum. Hesa ferð er tað ein pylsa, sum er vanligur viðskeri, nevniliga »Den lette frikadellepølse« frá 3Stjernet.
Orsøkin til ávaringina er, at gass verður gjørt í pakkunum og tað bendir á, at, at mikroorganismur eru í pylsuni, tað kunnu vera bakteriur ella soppur, og tí er hon ikki mannaføði.
Talan er um »Den lette frikadellepørlse« Nettovektin er 110 grann og hon er best fyri 29. september í ár
Heilsufrøðiliga Starvsstovan heitir tí á fólk, sum kanska liggja inni við hesi pylsun, um at koyra hana í skrell, ella at bera hana aftur í handilin, haðani hon er keypt.