- Hetta hjálpir teimum ótruliga væl! Tað sigur Birgir Poulsen á sambýlinum á Mýruvegi í Klaksvík.
Í Sambýlinum hava tey tikið eina føroyska app til fólk við autismu í nýtslu og tað hevur verið eitt rættiligt gjøgnumbrot, sigur Birgir Poulsen.
Hann sigur, at tey fingu ein fyrispurning frá lesandi um tey vildu vera við í eini roynd um at menna eina talgilda skipan, sum skuldi gera tað lættari at samskifta við fólk við menningartarni, serliga autismu.
Talan er um appina ClearComm, ið hjálpir teimum, sum hava autismu. Skipanin er ein talgild dagsskrá og eitt samskiftisamboð, ið kann nýtast á stovnum og í heimum.
Og hann sigur, at appin hevur eydnast sera væl. Hon verður bæði brúkt til at leggja eina dagsskrá fyri brúkaran og til at samskifta við. - Tað hjálpir ótrúliga væl og hetta hevur givið okkum heilt nýggjar møguleikar at samskifta ímillum okkum.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Birgir Poulsen greiða frá, hvussu stórt hetta frambrotið er fyri fólk við autismu.
|