Útreiðslurnar hjá eini kommunu av at hava hús, sum eingin býr í, eru undirmettar, so tað munar. Tað sigur Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin, og fyrrverandi borgarstjóri á Sandi í tíggju ár.
Seinastu dagarnar hevur kjakið tikið seg upp um at kommunurnar eiga at fáa heimild til at leggja tænastugjøld á hús, sum standa tóm. Orsøkin er, at kommunurnar hava útreiðslur av húsum, sum standa tóm, men sum støðan er nú, eru tað skattgjaldararnir í bygdini, sum skulu rinda allar útreiðslurnar, og tey, sum eiga húsini, men sum búgva aðrastaðni, fáa hesar tænastu fyri einki.
Síðani hevur bæði Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin í fíggjarmálum, víst hesi ætlanini frá sær, tí tey siga, at hetta er eitt slag av ognarskatti.
Les eisini: Jørgen sigur nei til tænastugjald
Ein av teimum, sum hevur verið talsmaður fyri einum slíkum tænastugjaldi, er Brandur Sandoy, sum eisini er tingmaður fyri Fólkaflokkin, og fyrrverandi borgarstjóri á Sandi í tíggju ár. Hann hevur fleiri ferðir ført fram á Løgtingi, at kommunurnar eiga at fáa heimild til at leggja tænastugjald á hús, sum standa tóm.
Og hann sigur, at tað stendur hann við, tí hann sigur, at kommunurnar hava stórar útreiðslur av slíkum húsum. Tá ið hann var borgarstjóri á Sandi stóðu 70 hús tóm av teimum 270 húsunum, sum vóru í bygdini, og aðrastaðni í oynni var støðan upp aftur nógv verri.
Brandur Sandoy siguar, at sostatt kennur hann til trupulleikan, og hann heldur, at politikarar hava hug at undirmeta útreiðslurnar av at hús standa tóm.
– Tað ljóðar á teimum um um at tað ikki kostar nakað, sigur hann, men sum fyrrverandi borgarstjóri, veit eg, at tað eru ikki smávegis útreiðslur av at veita húsunum í bygdini tær tænasturnar, tey skulu hava eftir lógini – eisini teimum húsunum, sum standa tóm. Men sum støðan er nú, eru tað tey fastbúgvandi, sum eisini skulu rinda fyri húsini, sum standa tóm.
Brandur Sandoy sigur, at vatnveiting, og kloakkveiting, veitingin til spillvatn, reinsibrunnar og reinsiverk, skal alt dimensjonerast eftir, hvussu nógv hús eru og ikki eftir, hvussu nógvum húsum, fólk býr í. Tað sama ger seg galdandi tá ið vatnveitingar og kloakkveitingar, og annað, sum skulu umvælast.
– Og eitt, eingin hevur tosað um, er, at eftir lógini skulu kommunurnar hava eina tilbúgving við sløkkiliði og teirri útgerð, sum hartil hoyrir, og tað skal verða eftir teimum húsunum, sum eru í bygdini.
Brandur Sandoy sigur, at tí tekur hann undir við, at kommunurnar sleppa at leggja eitt tænastugjald á hús, sum standa tóm, so at tað ikki bara er skattgjaldarin, sum situr eftir við allari rokningini. Men hann heldur, at eitt slíkt tænastugjald skal ikki vera størri enn tær útreiðslurnar, kommunurnar hava. Talan skal sostatt ikki vera um eina inntøkukeldu hjá kommunum. Hinvegin heldur hann, at borgarstjórin í Sunda kommunu gjørdi nógv av tá ið hann í KvF metti, at útreiðslurnar vóru 17.000 krónur um ári fyri hvørt hús.
Brandur Sandoy er fullkomiliga ósamdur, tá ið floksfelagarnir hjá honum kalla hetta ein ognarskatt, tí hetta er heilt hvør sítt. Samstundis fegnast hann um, at Kommunufelagið nú hevur tikið málið upp, tí so væntar hann eisini, at tað vinnur frama - um ikki í hesi samgonguni, so í tí næstu.
– Hetta er ikki ein trupulleiki, sum rakar øll øki í landinum og tað kann vera ein orsøk til, at er so ringt hjá summum at skilja, leggur hann afturat.