Tað er full ferð á argjamonnum

1. DEILD: KÍ misti longu í fyrra hálvleiki ein mann og tapti fyri fyri triðju ferð í ár

Mynd: AB

Seinnu árini hevur næstbesta KÍ liðið staðið seg væl og er fleiri ferðir endað á heiðursmerkjaplássi.

 

Tað kann gott vera, at tað eisini fer at vera soleiðis, tá ið kappingin verður liðug í oktober. Men í løtuni er tað lítið, sum bendir á tað. Í kvøld var KÍ á Argjum, har fyrsti dystur í fjórða umfari var, og KÍ legði rygg til 4-1 tap. Hetta var triðja ferðin, at teir næstbestu hjá KÍ fóru AV vøllinum við ongum.

 

AB legði øgiliga bragdliga fyri, og longu tá ið fyrri hálvleikur var gott og væl hálvrunnin var støðan 2-0. Filip í Liða skoraði tvey mál í fyrsta umfari tvey mál, og í kvøld var tað hann, sum setti hol á. Tá var eitt korter farið, og 10 minuttir seinni átti hann uppleggið, tá ið Bartal Skaalum Petersen økti um munin til 2-0.

 

Seks minuttir undan steðginum varð KÍ undirmannað, tí Símun Kalsø, sum annars er fastur maður á listanum á besta liðnum, sá beinleiðis reytt. Tríggir aðrir KÍ spælarar, sum eisini plaga at vera á listanum á besta liðnum, komu ikki á vøllinum eftir steðgin. Teir vóru Jákup N. Vilhelmsen, Dávid B. Andreasen og Silas Gaard.

 

Hóast klaksvíkingar vóru undirmannaðir, so eydnaðist tað Óla Poulsen at minka um munin til 2-1, tá ið ein tími var farin. Hetta var annað málið hjá honum í ár.

 

Smáaar tíggju minuttir eftir, at KÍ hevði minkað um munin, svaraði AB aftur. Tá var tað nýggi eingilski spælarin Marley Blair, sum fyri triðju ferð í ár var málskjútti. Aftur var tað Bartal Skaalum Petersen, sum átti uppleggið.

 

Fimm minuttir undan leikloki staðfesti innskifti Martin í Stórustovu trivaliga 4-1 heimasigurin. Hetta var fyrsta málið hjá Martini í Stórustovu í næstbestu deildini.

 

AB er topplið við 9 stigum fyri fýra dystir. Í morgin hevur B71 møguleika at vinna seg aftur á toppin. B71, sum eisini hevur  9 stig, fer í morgin at spæla í Gundadali ímóti B36.

 

 

 

Í morgin

 

NSÍ – FC Suðuroy kl. 14.15

 

HB – Víkingur: kl. 17.00

 

B36 – B71: kl. 15.00

 

TB – FC Hoyvík: kl. 15.30

 

Fríggjadagin

 

AB – KÍ 4-1 (2-0)

 

Dómari: Heini Ziskason Viðoy

 

1-0: Filip í Liða 15.

 

2-0: Bartal Skaalum Petersen 26.

 

2-1: Óli Eyðsteinsson Poulsen 61.

 

3-1: Marley Blair 70.

 

4-1 Martin í Stórustovu 85.

 

Mynd: AB