Tað endaði javnt millum Kyndil og H71

SMS-dysturin millum Kyndil og H71 gjørdist ein spennandi uppliving fyri áskoðararnar

Kyndil og H71 eru millum liðini sum eru favorittar til at vinna seg í FM-hálvfinalurnar í SMS-deildini.

 

Í dag settu liðini hvørjum øðrum stevnu í høllini á Hálsi, og sigast má, at liðini sviku ikki áskoðararnar sum sóu ein javnleik 26-26 millum liðini. Kyndil var á odda 16-14 í steðginum, og var eitt skiftið á odda 12-7, men hoyvíkskvinnur stríddu seg innaftur í dystinum. Seinastu løtuna leikaði javnt á, men kyndilskvinnur vóru bara eina hársbreidd frá at fara við báðum stigunum í tí seinasta álopinum í dystinum.

 

Kyndil-H71 26-26 (16-14)

 

Málskjúttar Kyndil: Turið Arge Samuelsen 12, Súna K. Hansen 4, Bára K. Hansen 4, Barbara Hammer 3, Bjarta O. Johansen 3.

 

Málskjúttar H71: Brynhild Pálsdóttir 7, Jana Mittún 6, Maria H. Weyhe 4, Lív Zachariassen 4, Eva Barba Arge 3, Vár Zachariassen 1, Sára Jacobsen 1. 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL39272205
 H7126444203
 NEISTIN13616202
 STJØRNAN13517182
 STÍF24344-12
 VB36097-370
 EB23474-400