Tað endaði javnt millum føroyingaliðini í Íslandi

Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat tryggjaði Víkingur Reykjavík sær eitt stig í Kópavogi

Liðini hjá Patriki Johannesen og Gunnari Vatnhamar, Breiðablik og Víkingur Reykjavík spældu í kvøld oddadyst í bestu íslendsku fótbóltsdeildini á Kópavogsvøllinum.

 

Gunnar spældi allan dystin fyri Víking, meðan Patrik var á vøllinum fyri Breiðablik seinastu 12 minuttirnar av dystinum.

 

Jason Daði Svanþórsson legði Breiðablik á odda 1-0 í 77. minutti, men í tíðini dómarin hevði lagt aftrat javnaði Gísli Gottskálk Þórðarson fyri Víking, ið sostatt helt fjarstøðuna í oddinum í deildini.

 

Komandi sunnukvøld klokkan 18 tekur Víkingur Reykjavík móti Fylkir á heimavølli. Sama kvøld klokkan klokkan 20.15 spælir Breiðablik grannauppgerð í Kórinn høllini í Kópavogi móti HK.

 

Støðan:

 

Nr.Lið:DystirVJTMál+/-Stig
1Víkingur Reykjavík971120:81222
2Breiðablik961222:121019
3Valur953118:9918
4Stjarnan941415:14113
5FH841313:13013
6Fram83329:9012
7KR832315:14111
8Akranes831415:11410
9HK82158:15-77
10Vestri82157:18-117
11KA812511:20-95
12Fylkir811610:20-104