Tað endaði javnt millum eykaliðini hjá B36 og HB

Her eru úrslitini og málskjúttarnir í triðja umfarinum í 1. deild

Seinasti dysturin í 1. deild í hesum umfarinum var grannauppgerðin millum B36 og HB á ovara vølli í Gundadali.

 

Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Baldur G. Niclasen legði HB á odda í tíðini dómarin hevði lagt aftrat í fyrra hálvleiki.

 

Rani Berg í Soylu javnaði við einum brotssparki tá seks minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. 

 

Úrslitini og málskjúttarnir í 3. umfarinum í 1. deild: 

 

B36-HB 1-1 (0-1)

 

0-1 Baldur G. Niclasen (45. +)

 

1-1 Rani Berg í Soylu br. (84.)

 

B71-NSÍ 4-1 (1-0)

 

1-0 Tijani Mohamed (41.)

 

2-0 Sjálvmál (50.)

 

2-1 Jógvan Højgaard (72.)

 

3-1 Tijani Mohamed (75.)

 

4-1 Tijani Mohamed (82.)

 

Víkingur-FC Suðuroy 0-1 (0-0)

 

0-1 Salmundur Bech (47.)

 

TB-AB 1-2 (0-1)

 

0-1 Marley Blair (45.+)

 

1-1 Nikolei Johannesen (67.)

 

1-2 Gunnar Reynslág (79.)

 

FC Hoyvík-KÍ 0-2 (0-1)

 

0-1 Jóhan Josephsen (14.)

 

0-2 Óli Poulsen (50.)

 

Kelda: dystir.fo

 

##med2##

 

Stigatalva: Soccerstand