Tað endaði javnt á Vágseiði

1. DEILD: Tvey langskot undan nógva vindinum bóru málini við sær, tá ið tað endaði 1-1 millum FC Suðuroy og B36

Skíggjamynd: FC Suðuroy

Dagsskráin hjá báðum liðunum var at sleppa longri burtur frá hóttanini av niðurflyting, tá ið FC Suðuroy og teir næstbestu hjá B36 tíðliga seinnapartin hittust á Vágseiði. B36 var á odda 1-0 eftir fyrra hálvleik, og tað endaði 1-1.

 

Tað var regn og nógvur vindur eftir vøllinum. B36 hevði vindin undan í fyrra hálvleiki, tá ið mest sum alt gekk fyri seg á heimahálvuni. B36 hevði mannað seg vil. Eitt nú var Hugin Samuelsen aftur á liðnum, og tað var hann, sum seks minuttir undan steðginum og við rimmar langskoti legði gestirnar á odda.

 

Eftir steðgin var tað heimaliðið, sum vit vindinum undan hevði yvirvág, og eitt lítið korter undan leikloki var tað miðverjin Reidar Dahl Joensen, ið av brotsteigarmarkinum sendi bóltin framvið Símun Rógva Hansen, sum í dag vardi B36 málið.

 

FC Suðuroy er niðast við 23 stigum, og B36 er á áttanda plássi við 26 stigum.

 

Skíggjamynd: FC Suðuroy