Tað einasta sum hjálpir er meiri politi á vegunum

Eingin lóg bítur á fólki, sum vilja koyra ábyrgdarleyst, sigur Brynhild Høgnadóttir, dagligur leiðari í Ráðnum fyri Ferðslutrygd

- Aðrastaðni fáa ungfólk royndarkoyrikort, har tey fáa økt rættindi at koyra, so hvørt sum royndirnar veksa. Og tað hevði verið ein sjálvsagdur spurningur at tikið upp hjá okkum eisini.

 

Tað sigur Brynhild Høgnadóttir, dagligur leiðari í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd.

Í gjár reistu vit spurningin her á in.fo um vit skulu banna ungum undir 25 ár at koyra bil um náttina fyri at økja um ferðslutrygdina.

 

Tað elvdi til nógv kjak á á in.fo og í dag sigur Brynhild Høgnadóttir við Rás2, at hon skilir væl, at fólk føla ómegd, tá ið ungfólk doyggja av vitleysari ferðsluni.

 

Hon sigur, at tað liggur í kortunum, at ein nýggj ferðslutrygdarætlan skal gerast og í hesum sambandi hevði hetta verið ein sjálvsøgd atgerð at tikið við.

 

Annars heldur dagligi leiðarin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, at tað er eingin lóg, sum bítir á fólki, sum tilvitað koyra ábyrgdarleyst. 

- Tað er ringt at broyta ein grundleggjandi tørv fyri spenningi, sigur hon.

 

Tí heldur hon, at at tað einasta, sum ávirkar tey sum koyra vitleyst, er, at løgreglan herðir eftirlitið við ferðsluni og er sjónligari á vegunum.

 

 Trýst á pílin undir myndini og Brynhild Høgnadóttir greiða frá