Tað broytist einki í fiskiskapi við troli

Upsafiskiskapurin, sum hevur verið heldur vánaligur í longri tíð, broytist einki, og skipini hava framvegis smáligan fiskiskap.

Fýra partrolarapør eru í løtuni til fiskiskap eftir upsa. Fiskiskapurin er smáligur, men skipini fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Tvey partrolarapør eru framvegis á gulllaksaveiði. Vertíðin er væl longri í ár enn undanfarin ár, tí í vertíðini hesaferð, sum byrjaði í apríl, eru bara fýra skip á hesi veiði.

 

Eftir at Eysturbúgvin sakk á fiskileið eftir gulllaksi á fyrsta túri í vertíðini í ár, hevur Vesturbúgvin, sum partrolaði saman við Eysturbúgvanum, ongan makkara havt. 

 

Í løtuni er ein djúpvatnstrolari til fiskiskap eftir svartkalva. Teir koma inn at landa fyrst í næstu viku. Ein frystitrolari fiskar eisini svartkalva í Eysturgrønlandi.

 

Tríggir trolbátar eru til fiskiskap norðan fyri. Teir fáa mest av hýsu og nakað av toski og flatfiski. Allir koma inn at landa í næstu viku.

 

Tvey garnaskip fiska í løtuni svartkalva, og tvey fiska havtasku. Skipini á svartkalvaveiði hava brúkiligan fiskiskap, men fiskiskapurin eftir havtasku er smáligur.

 

- Øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.