Tað almenna fær bara brúk fyri 13 starvsfólkum aftrat

Verður arbeiðsvikan stytt, verður tað ikk neyðugt at seta ein heilan her av almennum starvsfólki afturat

Verður arbeiðsvikan stytt niður í 37 tímar, hevur tað nógvar fyrimunir við sær. Tað er niðurstøðan í eini kanning, sum fleiri fakfeløg hava staðið fyri.

 

Tey, ið hava gjørt kanningina, eru Jan Otto S. Holm, búskapar- og fíggjarfrøðingur og Regin Berg, stjórnmálafrøðingur og teir hava gjørt hana fyri átta fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum. Tey átta feløgini eru Heilsuhjálparafelagið og Heilsurøktarafelagið, umframt Fakfelagssamstarvið, sum er Akademikarafelagið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Lærarafelagið, Pedagogfelagið, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Starvsfelagið.

 

Kanningar frá øðrum londum vísa greitt, at tað eru fyrimunir við at stytta arbeiðsvikuna, men tað er verri at finna nakrar vansar við tí. Tað vísir seg, at starvsfólk arbeiða effektivari, tá ið arbeiðsdagurin er styttri. Tá ið starvsfólk ikki eru troytt, fáa tey betri hugsavnað seg um arbeiði, og tí eru tey effektivari ein størri part av arbeiðstíðini, siga feløgini í einum tíðindaskrivi.

 

Í stórum pørtum á almenna arbeiðsmarknaðin merkir hetta, at hóast fólk arbeiða styttri, verður ikki brúk fyri at seta fleiri fólk í starv á. Verður lagt upp fyri at fólk, sum arbeiða avmarkaða tíð, fara at arbeiða meira, og effektiviteturin økist, hevur broytingin einans við sær, at tørvur verður bert á 13 starvsfólkum hjá tí almenna.

 

– Royndir frá øðrum londum vísa eisini, at tá ið arbeiðsvikan varð stytt, fóru mong, ið ikki arbeiddu fulla tíð, at arbeiða meira. Hetta vigar í stóran mun upp móti teirri arbeiðsorkuni, sum kann fara at mangla á ávísum arbeiðsøkjum, siga feløgini í tíðindaskrivinum.