Tacklar og sminkar

? Eg havi altíð havt tveir dreymar um, hvat eg skuldi gerast, tá eg bleiv stórur. Annað ynskið var at gerast fótbóltsspælari og hitt var at gerast fashion-designari. Fótbóltsdreymurin varð uppfyltur, men eg havi allatíðina eisini havt dreymin um at arbeiða við onkrum innanfyri móta, sigur Hans Fróði Hansen, sum er vorðin eitt heitt navn innan mótaheimin í Íslandi

Her heima er hann serliga kendur frá fótbóltinum, sum forstopparin, ið voldi øllum áleyparum trupulleikar. Og so eisini fyri sín sermerkta stíl, sum brýtur frá vanligu føroysku mannfólkaklæðunum.
Í Íslandi er Hans Fróði Hansen eisini um at gerast eitt kent navn. Hann hevur nevniliga úr at gera innan móta og styling og er umbiðin bæði í Íslandi og eisini longri úti í heimi.

Útbúgvingar
Hans Fróði flutti til Íslands at fylgja fótbóltsdreyminum og gerast yrkisleikari. Men har fekk hann samstundis eisini hin dreymin, um at arbeiða innan mótaheimin, uppfyltan.
Fyrst fekk hann arbeiði hjá eini stórari kosmetik-fyritøku, har hann í fyrstu atløgu tók sær av útlendska marknaðinum.
Har lærdi hann alt um make-up og tók eisini eina útbúgving sum make-up artistur.
Hetta gav Hans Fróða hug at læra meiri um mótaheimin og ?marknaðin, og hann tók tí eisini eina útbúgving sum fashion stylist.
Við hesum báðum útbúgvingunum kann Hans Fróði geva sonevndar make-overs, har fólk, ið eru ráðaleys innan mótaheimin, kunnu fáa góð ráð um, hvat klæðir teimum. Tey verða latin í, klipt, smurd og stylað, og eru ofta ikki at kenna aftur.
Men Hans Fróði Hansen vildi læra meir. Hann slapp inn á ein skúla í London, har hann varð útbúgvin Image Consultant. Við hesi útbúgvingini kann hann ráðgeva um móta, stíl og útsjónd yvirhøvur.
Hesar tríggjar útbúgvingarnar, ið Hans Fróði hevur nomið sær, gera tilsamans, at hann kann arbeiða innan nógv ymisk starvsøki.
? Sum Image Consultant arbeiði eg m.a. fyri tær stóru fyritøkurnar í Íslandi, har eg arbeiði við at skapa júst tað rætta image'ið til fyritøkunar, soleiðis, at tær kunnu vera fremst í øllum ? eisini innan image. Tá sigi eg m.a. starvsfólkinum, hvussu tey skulu lata seg í, og hvussu tey kunnu seta hárið fyri at síggja best út. Eg læri tey um húðrøkt, make-up, klæðir, ja, alt, sum hevur við útsjóndina at gera. Eg læri tey eisini, hvussu tey best presentera seg sjálvi og fyritøkuna, greiðir Hans Fróði Hansen frá.
Hann sigur, at hetta er nakað, sum íslendskar ?og útlendskar fyritøkur sum heild, leggja nógvan dent á, og Hans Fróði hevur tí nógvar tílíkar uppgávur.
Men hann verður eisini umbiðin av einstaklingum, sum biðja um hansara ráð og hjálp.
? Tá eg arbeiði við einstaklingum, gevi eg eisini ráð um útsjónd og royni at gera tað so, at onnur fólk fáa eina positiva fatan av viðkomandi, tá tey hittast fyrstu ferð. Hetta arbeiðið er sjálvandi á einum nógv meira persónligum støði, greiðir Hans Fróði Hansen frá.
Hann setir sær tá tíð av til at læra viðkomandi at kenna. ?Tí, sum hann sigur, ? tað nyttar einki at broyta tað uttara, um tað innara ikki fylgir við.
Hann nýtir nógva tíð at tosa við kundan, fyri at hoyra um persónlig ynski. Hann hittir kundan fleiri ferðir, og lurtar gjølla eftir, hvat tað er, sum kundin ynskir at broyta. Hann viðmælir frisørar, merki og handlar, sum umboða tað, ið kundanum tørvar.
Endamálið er at fáa kundan at kenna seg væl, samstundis, sum tað sær væl út og sendir røttu tekinini.


Ongantíð ivast
Men hóast hetta ikki ljóðar sum eitt typiskt mannfólkaarbeiði fyri ein ungan mann úr Leirvík, so hevur Hans Fróði ongantíð ivast í at fara eftir tí, sum hann hevur havt hug til.
? Hevði eg vitað av hesum møguleikanum fyrr, var eg langt síðani farin undir hesar útbúgvingarnar. Hvat onnur halda um tað, sum eg geri, leggi eg ikki so nógv í, slær hann fast.
Men hittir hann ikki onkuntíð ristandi høvd og ryktar brýr, tá hann fortelur, hvat hann ger?
? Fólk, sum kenna meg, og sum vita, hvussu eg eri, vita, at hetta er akkurát nakað fyri meg. Tey flestu halda tað vera gott, at eg geri tað, sum eg havi hug til, sigur Hans Fróði.
Men hann viðgongur, at tað er munur á reaktiónunum, hann fær frá føroyingum og teimum, hann fær frá t.d. íslendingum. Og hann sigur seg ikki duga at skilja, hví føroyingar eru so afturhaldnir.
? Ofta skifta føroyingar fullkomiliga ham, tá teir koma uttanlands. Tá kenna teir seg fríar og tora at gera tað, teir hava hug til. Men so leingi teir eru í Føroyum, er tað tað, sum hini hugsa og halda, sum vigar mest. Fólk avmarka seg sjálvi fyri at vera sum hini, og tað skilji eg ikki, sigur Hans Fróði.
Hann vísir á, at hugsunarhátturin er nógv broyttur úti í heimi í seinastuni, og føroyingar halta aftaná.
? Í dag hava øll eina útbúgving, øll hava lisið okkurt, øll eru okkurt. So hóast tú ert væl útbúgvin, er tað ikki vist, at tú fært dreymastarvið. Tað er altíð onkur annar, sum er eins væl útbúgvin og tú. Tí er tað nú tú sum persónur, sum verður tungan á vágskálini, um tú fært arbeiðið ella ikki. Soleiðis eru treytirnar á alheimsmarknaðinum, og tí hevur tað týdning at gera sær ómak við útsjóndini og harvið geva arbeiðsgevarum eina góða fatan av tær beinanvegin, staðfestir Hans Fróði.
Og tað er júst tað, sum hann dagliga hjálpir fólki við. At fáa tað innara at samsvara við tað uttara, og gera fólk meiri heilskapað við at vísa, hvør innari persónurin er ígjøgnum klæðir, hár og útsjónd sum heild.
? Arbeiðshátturin hjá einum Image Consultant er sum arbeiðshátturin hjá øðrum ráðgevum. Arbeiðið byrjar við einum inniligum ynski um broyting, og um tað ikki er til staðar, er arbeiðið nyttuleyst. Síðani verður broytingin førd út í lívið, og eg fylgi við kundanum, inntil hann klárar seg sjálvan, júst sum allir aðrir ráðgevar gera, greiðir Hans Fróði frá.
Hann sigur, at nógv tann størsti parturin av kundunum hjá honum eru mannfólk.
? Íslendsku mannfólkini eru vorðin ótrúliga tilvitað um, hvussu stóran týdning tað hevur, hvussu tú presenterar teg sjálvan. Og teir eru ikki bangnir fyri at broyta seg og forbetra seg, sigur hann.

Einkisigandi?
Spurdur, um tað í longdini ikki kann gerast rættiliga einkisigandi bert at arbeiða við útsjónd og móta, svarar Hans Fróði, at tað heldur hann als ikki.
? Í Føroyum kann tað kanska tykjast sum hetta er tað bera tvætl. Men er tað tvætl at hjálpa fólki at gerast vælnøgd við seg sjálvi og geva teimum eitt størri sjálvsálit og sjálvsvirði? Eg haldi, at tað er eitt fantastiskt arbeiði, sum eisini er ótrúliga gevandi, slær Hans Fróði Hansen fast.
Arbeiðið er fjølbroytt og gevur honum møguleika at hitta nógv fólk. Hann arbeiðir fyri fyritøkur, har uppgávan er at skapa andlitið á fyritøkuni úteftir. Tað verður nevnt »Image branding», og inniber at skapa og fullføra »look'ið« hjá fyritøkunum. Hann skal tá fyrireika seg væl og finna fram til tað, sum hóskar júst til ávísu fyritøkurnar.
Tá hann arbeiðir við privatfólki, sigur hann, at hann fær ein nýggjan vin fyri hvørja uppgávu, tí tað snýr seg í stóran mun um tryggleika og álit. Hann má læra fólkini at kenna, áðrenn hann kann hjálpa við útsjóndini og arbeiða við teirra »first impression«, sum Hans Fróði sjálvur málber seg.
Herfyri var hann eisini maðurin handan »Mr. Iceland« kappingina. Tá var hann um luttakararnar í eina viku, lærdi teir at ganga, flyta seg og bera seg at. Fyri tað arbeiðið fekk hann framúr góð skoðsmál.
Hann arbeiðir eisini fyri íslendsk bløð, har hann stendur fyri at gera makeovers og at skriva greinar um móta og rák. Hann svarar mótaspurningum, sum fólk senda til blaðið umframt at geva tips og góð ráð.
Hóast hann fyri tað mesta arbeiðir í Íslandi, so hava fólk um allan heim frætt um hann. Hann er nevniliga biðin at halda fyrilestrar fyri handilsfólkum t.d. í Suðurafrika, Ísrael , Pakistan. London, Amerika og á Kypern.
? Arbeiðið hjá mær fevnir ógvuliga víða, og tað er fjølbroytt og spennandi. Eg haldi als ikki, at hetta er einkisigandi. Eg njóti veruliga hvønn einasta dag, slær hann fast.


Forðingar á vegnum
Hans Fróði Hansen, 29 ára gamli leirvíkingurin, er um at sláa navn sítt fast innan mótaheimin.
Hann hevði tveir dreymar, legði líka í, hvat onnur hildu, og nú eru bæði barndómsynskini gingin út. Hann er yrkisleikari í fótbólti og arbeiðir innan móta.
Men hetta eru tvær yrkisleiðir, ið eru tiltiknar fyri at vera torførar at fóta sær í. Er hetta ikki ein trupul lívsleið?
Hans Fróði ivast ikki í sínum svari.
? Mørkini, sum eru á vegnum, setur man ofta sjálvur. Nógv fólk hava ein dreym, men tey halda, at tað fer aldri at bera til, tí hvat nú um... og so finna tey uppá alt møguligt, sum kanska kann henda. Tey seta sjálvi avmarkingar, áðrenn tey yvirhøvur hava gjørt eina roynd. Tá gerst tað tungt og ómøguligt at náa málinum, heldur Hans Fróði.
? Tey flestu hava onkuntíð hildið, at tað hevði verið fantastiskt at gingið á reyða teppinum saman við hinum stjørnunum. Tey droyma, men suffa so og gloyma, at øll, sum eru á reyða teppinum, hava arbeitt ótrúliga hart fyri at koma á tað. Reyða teppið kemur ikki til nakran av sær sjálvum. Serliga ikki, um tú bara situr inni á kamarinum og bíðar eftir at onkur skal koma og varnast teg. Tað er galdandi innan tónleik, ítrótt, forrætning, ja, alt, sigur Hans Fróði. ? Tú mást út at royna og at gera vart við teg, sigur hann.
Hann heldur tó, at tað kanska er serliga tungt at gera dreym til veruleika í Føroyum, tí her eru tað ofta undirlutakenslur og øvundsjúka frá hinum, sum spæla inn.
? Fólk í Føroyum tosa og tosa, men tey taka ongantíð nakra avgerð. Og tey eru eisini so sára bangin fyri at stuðla fólki, sum tora. Einaferð ynsktu øll sær eina café í Havn, sum kundi vera eitt nýmótans in-stað á sama støði sum í útlondunum. Caféin kom, mitt á Áarvegnum, men bert fáar mánaðir seinni mundi hon farið av knóranum, tí fólk hildu seg aftur, vísir Hans Fróði á.
Hans Fróði dugir ikki at siga, hví føroyingar eru soleiðis. Men besta boðið man vera, at tað altíð hevur so stóran týdning hvat hini halda. Og tað er ein hugsunarháttur, sum Hans Fróði vil hava lívið av.
? Til fótbóltsdystir syngja vit t.d. ofta, at »tað er bara ein Jens Martin«. Men tað er veruliga so. Tað er bara eitt eintak til av hvørjum fólki. Tað er bara ein Hans Fróði, so tí vil eg gjarna vera tann, sum eg eri. Eg leggi ikki so nógv í hvat hini halda, tí tað er bara eg, sum eri eg í øllum heiminum, vísir Hans Fróði á.
Hann heldur fram og sigur, at um vit alt lívið skulu laga okkum eftir hvat onnur halda um okkum, er vandi fyri, at vit púrasta at missa okkum sjálvi burtur.
Spurdur, um vit nakrantíð kunnu vænta at síggja Hans Fróða Hansen arbeiða við sínum førleikum her heima á klettunum, svarar hann, at tað væntar hann ikki.
? Kappingin í Føroyum er so ómetaliga hørð, tí har hava øll eina meining um hvussu Hanus og Janus skulu vera, klæða seg, ganga, ja, liva. Øll halda seg vita betur, og vænti eg ikki, at føroyingar hava nóg stóran tørv á einum sum mær, til at eg kann liva av tí. Men um fólk hava okkurt at spyrja meg um ella ynskja sær hjálp til eina broyting, so eru tey vælkomin at seta seg í samband við meg, sigur Hans Fróði Hansen at enda.