Tað var ein vónbrotin Rúni Nolsøe, sum vit fingu orð á nakað eftir at dysturin millum havnarliðini bæði var leiktur.
Skuffaður
- Eg veit ikki ordiliga, hvat eg skal svara. Vit eru sjálvsagt langt niðri í løtuni, og sjálvur ivist eg ikki í, at FM møguleikin nú er gloppin okkum av hendi, var svarið, tá vit spurdur um stemningin á liðnum eftir dystin.
- Sjálvandi kann B36 hjálpa okkum komandi sunnudag, men eg trúgvi bara lítið upp á, at teir fara at gera nakað við VB. Eisini tí vágbingar hava verið ógvuliga stabilir í seinnu kappingarhálvu.
Sjálvir hava vit eisini ein torføran dyst, har talan aftur verður um karantenur, tí hesuferð eru Jóhannis Joensen og eg sjálvur leikbannaðir.
Betri enn B68
Sum kunnugt er Rúni sjálvur vágbingur av uppruna, og spurdur um tað kanska er við blandaðum kenslum, at tað møguliga verður VB, sum verður meistari, er svarið bæði fyri og ímóti.
- Tá man spælir við HB, so er tað sjálvandi fyrst og fremst við HB at hugurin er. Hinvegin er tað klárt, at um vit ikki kunnu gerast meistarar sjálvir, so tað OK, um VB vinnur. Vit hava jú alla seinnu helvt kappast við VB og B68, og sjálvandi vil eg heldur, at gullið fer til Vágs enn inn á Toftir, men alt hetta kann tó ikki fjala útyvir, at eg í løtuni eri ógvuliga vónsvikin, segði Rúni Nolsøe at enda.