Sjóvar kommuna er við í heimsumfatandi átakinum, "Earth Hour".
Í ein tíma fara miljónir av menniskjum kring allan knøttin at sløkkja ljósið fyri at vísa heimsins politikarum, at tey vilja hava ein enda á globalu upphitingini, sum hóttir umhvørvið.
Hesin tímin er settur at verða leygarkvøldið 25. mars frá klokkan 20.30 til 21.30, men í Sjóvar kommunu ætla tey at fara eitt stig longri - og vilja sløkkja øll gøtuljós líka til sunnukvøldið 26. mars.
Átakið "Earth Hour" byrjaði í Sydney í Avstralia í 2007, tá 2,2 miljónir fólk sløktu ljósið í ein tíma fyri at vísa umhvørvinum ans.