Tað verður nógv tryggari

Tað var serliga eftir áheitan frá skiparunum á Smyrli og Norrönu, at dýpt nú verður kring Tinganes, og hetta merkir nógv størri tryggleika, sigur Erland Mørkøre, skipari Hósdagin var fyrsta skotið latið av í sambandi við dýpingina av havnini í Havn innan fyri og eystan fyri Tinganes. Og tað er Erland Mørkøre, skipari á Smyrli, væl nøgdur við.

- Tað verður munandi tryggari at koma inn í havnina og at leggja at, tá dýpingin er framd, sigur Erland Mørkøre.

Tað er serliga tá nógvur vindur er, at tað er heldur trongt at sleppa at, men tá dýpingin er framd, verða 70 metrar størri rásarúm hjá Smyrli og Norrönu at manøvrera á.

- Um vit kunnu koma at í verri veðri enn nú, tá dýpingin er framd, tori eg illa at siga, men tað er hugsandi, sigur Erland Mørkøre.

Dýpingin, sum farin er undir í vikuni, skal verða liðug 1. juli.