Verður landið latið aftur eina ferð afturat fyri at forða fyri at korona skal breiða seg, verður tað ikki nokk at steingja skeinkistøðini.
Tað siga umboðini fyri andstøðuna í Vinnunevndini hjá Løgtinginum, Bjørt Samuelsen, Henrik Old, Bjarni Hammer og Bjarni Kárason Petersen.
Landsstýrið hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at geva Landsstýrinum heimild til at lata skeinkistøð aftur, og at avmarkað talið á gestum, fyri at forða fyri, at korona skal breiða seg.
Men tað fekk næstan onga undirtøku, heldur ikki í samgonguni og tí skuldi Vinnunevndin viðgera tað av nýggjum. Men nú Vinnunevndin er liðug, er tað greitt, at andstøðan tekur framvegis ikki undir við tí.
Les eisini: Samgongan hevur skift meining um skeinkistøðini
Tey halda, at hetta er ikki í samsvari við gott lógarsmíð og tey halda heldur ikki, at tað er klókt at geva einum úrvaldum vinnubólki, nevniliga skeinkistøðum og matstovum, trygd fyri stuðli, uttan at viðgera tað í síni heild saman við hinum hjálparpakkunum.
Tey vísa á, at samgngan skjýtur upp, at ger landsstýrið av at lukka skeinkistøð og matstovur áðrenn klokkan tvey um náttina, skulu tey fáa endurgjald.
Umboðini fyri andstøðina vísa eisini á, at í hesum føri snýr tað seg bara um tann partin av vinnulívinum, sum er fevndur av matstovulógini.
Heimildin røkkur ikki aðrastaðni í samfelagnum, sum til fótbólstdystir, festivalar, stevnur, møtir ella alt annað, har nógv fólk kemur tætt saman, siga tey.
https://www.in.fo/longri-grein-detail-view/news/hetta-er-ikki-noektandi-2/Les eisini: Hetta er ikki nøktandi
– Smittuvandin kann verða stórur allastaðni, har nógv fólk savnast. Verður landið stongt aftur vegna koronu, verður tørvur á víðari átøkum enn at steingja barrir og matstovur, leggja tey afturat.
Samstundis minna tey eisini á, at Farsóttarnevndin, ið er fremsta uráðgevingin hjá landsstýrinum, hevur ikki mælt til at gera broytingar at steingja barrir og matstovur burturav,
– Tá ið Farsóttarnevndin hevur víst á, at tað kundi verið hent við tvingsilsamboðum fyri at forða smittuspjaðing, hevur talan verið um at broyta epidemilóggávuna, so at tey fáa heimild til at avmarka virksemið á nógvum ymsum økjum, har fólk koma saman.
Nú málið kom aftur í nevnd, er skriv eisini komið frá Danska Heilsumálaráðnum um at tiltøk at forða fyri smittuspjaðing er danskt málsøki, og at Løgtingið sostatt ikki hevur heimild til at broyta matstovulógina við tí endamálið at forða fyri smittuspjaðing.
– Hetta samsvarar við tað, sum løgfrøðiliga ráðgevingin hjá løgmanni og hjá Løgtinginum hava víst á, siga Bjørt Samuelsen, Bjarni Kárason Petersen, Henrik Old og Bjarni Hammer.
Annars halda Bjørt Samuelsen og Bjarni Kárason Petersen at tað eigur ikki a vera nøkur forðing fyri, at føroyingar sjálvir áseta reglur í gildið fyri at forða fyri smittuspjaðing.
– Hetta fer eisini at skapa fordømi soleiðis, at tað verður lættari at lóggeva á teimum økjum, vit meta tørv vera á, uttan mun til, um tey verða mett at vera yvirtikin málsøki, ella ikki.