Í hvirlunum er tað upp í 20 m/sek í Klaksvík, og DMI sigur frá fitt av vindi í nátt Tað er gott í sjónum við Kunoyarnes, har Atlantic Navigator stendur á landi. Men tað rekur hart, og tað er eisini fitt av vindi.
Sambært vindmátarunum hjá Landsverki var miðalvindurin í Klaksvík um midnáttarleitið 9,5 m/sek. Í hvirlunum var tað upp í 19,4 m/sek. Ættin er landsynningur/sunnan.
Sambært verðurvánunum hjá Dansk Meterologisk Institut verður tað framhaldandi fitt av vindi í nátt, men roknað verður við, at tað verður turt. Týsdagin um middagsleitið fer at regna.










