FSF-fundur
Eitt av tveimum innkomnum málum á aðalfundinum hjá FSF var uppskotið hjá B71 um, at framyvir skuldi tað bert verða tann eini dysturin, sum avgjørdi spurningin um upp- og niðurflyting.
Sandoyingar grundaðu uppskotið á, at tá tað var somikið seint út á kappingarárið, so mundi tað vera felags áhugamál hjá øllum pørtum at greiða spurningin um upp- ella niðurflyting skjótast gjørligt.
Stór mótstøða
Tað var tó skjótt greitt, at mótstøðan ímóti uppskotinum var toluliga sterk. Fleiri feløg tóku til, at við bert einum dysti slapp tilvildin at ráða í ov stóran mun, og tó at sandoyingar vístu á, at eitt nú steypakappingin bert verður avgjørd yvir ein dyst, so tóktist hetta ikki at rína við.
Somueliðis varð ført fram, at hetta kundi verða nakað, ið kom at merkja mistar inntøkur fyri feløgini. Talan er ofta um dystir, har hampuliga nógvir áskoðarar koma at hyggja, og skuldi dysturin verið avmarkaður til ein dyst á uttanveltaðum vølli, vildi hetta viðført færri áskoðarainntøkur.
Einasta felag, sum stuðlaði B71 í hesum var MB. Skemtiliga tók Frits Witt til, at tað mundi ikki vera nakar, sum hevði eins drúgvar royndir við upp- og niðurflyting sum sandoyingar og vágafólk, og í hansara verð var eingin ivi.
Og tá atkvøðurnar vórðu taldar upp, var greitt, at hesar vóru í tráð við orðaskiftið. Tað var bert atkvøðan hjá MB, sum legðist aftur teirri hjá B71, og fall uppskotið sostatt dyggiliga til jarðar. Nakað sum viðførdi eina heldur smílandi viðmerking frá øðrum av umboðunum hjá B71. »So mugu vit bara syrgja fyri at flyta beinleiðis upp komandi ár« helt Eli Hentze, sum vegna B71 førdi orðið í hesum sambandinum.