Tað verða 7 - 10 kommunur í Føroyum

Talið á kommunum skal lækka, og tær ríkaru kommunurnar skulu hjálpa teimum fátøku kommunum. Hetta verður gjørt við eini lóg um kommunala útjavning, sum m. a. kommunalpolitikarar í Havn ikki vilja hoyra talan um

Í framtíðar Føroyum fara vit helst at hava eitt stað millum sjey og tíggju kommunur.

Kommununevndin, sum landsstýrið í 1996 setti at arbeiða við nýggjum kommunubygnað er nú um at vera liðug við arbeiði sítt, og tann 1. september verður álitið handað Anfinni Kallsberg, løgmanni og landsstýrismanni í kommunumálum.

Hilmar Høgenni, sum er formaður í nevndini, vil ikki siga, hvat stendur í uppskotinum, tí tað verður ikki alment, fyrr enn tað er latið løgmanni.

Hann sigur tó, at tað er býtt upp í tríggjar partar, har fyrsti parturin er eitt yvirlit yvir lógarøkið, annar parturin er ein gjøgnumgongd av kommununum, meðan tann triðji parturin er eitt tilmæli.

Í bólkinum hava trý umboð verið fyri kommunurnar, trý umboð fyri landsumsitingina og tveir eygleiðarar, annar úr fíggjarmálastýrinum og hin hevur verið formaðurin í Kommunufelagnum, Jógvan K. Mørkøre.

Í løgmansrøðuni segði Anfinn Kallsberg, at nevndin í álitinum hevur gjørt uppskot um nýtt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur og nýtt kommunuuppbýti. Eisini viðurskifti viðvíkjandi útjavning, fíggjarviðurskiftum og serskipanum verða umrødd og við er uppskot um nýggja kommunulóg, nýggja vallóg og eina samanleggingarlóg


Kommunal útjavning

Tað var Eilif Samuelsen, fyrrverandi landsstýrismaður í kommunumálum, sum í 1996 setti nevndina at gera álitið, og tað kom longu tíðliga til sjóndar, at talan fór at verða um at lækka talið av kommunum.

Sum Sosialurin skilir er tað eisini niðurstøðan hjá nevndini, at talið av kommunum skal verða einar sjey til tíggju kommunur, og at hetta ikki hevur verið tað stóra stríðsmálið.

Hinvegin skilir Sosialurin, at nevndin hevur havt heldur stórt stríð av málinum um kommunala útjavning - at tær kommunur, ið eru betur fyri, lata til tær kommunur, sum eru verri fyri.

Umboð fyri Tórshavnar Kommunu hava fleiri ferðir víst á, at tey ikki vilja hoyra talan um útjavning, men sum Sosialurin skilir, er tað tilmælið kortini við í álitinum frá kommununevndini.